og fólk. Aftur til Afganistan Í 2006 kom Tina aftur til Afganistan. Hesa ferð var hon 7 mánaðir í Kabul, høvuðsstaðnum í landinum. Her var hampiliga friðarligt og trygt, og tað bar til at ferðast nøkurlunda [...] Jógvan var til skips, og Brynhild kanska einki frætti ein heilan túr! Tina roknar kortini ikki við, at tað verður leingi til tey fara at hittast, og hon hevur eisini lovað ommuni og abbanum at koma til Føroyar [...] í danska herinum sum samskiftisfólk. Hetta hevur ført hana víða um til krígsherjað øki, og tær seinastu ferðirnar hevur tað verið til Afganistan. Fyrst skal verða nevnt eitt sindur um føroyska upprunan
Langanes ein stórur partur av samleikanum hjá føroyingum. Stytsta leiðin til Langanes er beint norður eftir frá Seyðisfjørðinum til Vopnafjørðin, Bakkafjørðin og Tórshøfn. Fyri ikki at koyra aftur og fram [...] ð heilt aftur til 1872. Hansara niðurstøða var tann áhugaverda, at tað vóru føroyingar, sum fyri um 100 árum síðani lærdu íslendingar at fiska og at hagreiða fisk. Hetta gjørdi sítt til, at tað varð so [...] taka drongin við sær, tí tey høvdu ikki umstøður til at hava øll síni børn. Jóin kom fyrst at búgva hjá foreldrunum hjá Jakku og síðan, tá ið hann giftist, hjá honum og konuni. Hetta lýsir bæði umstøðurnar
ættaður úr Rættará í Havn, og Doru f. Gregersen, ættað úr Syðrugøtu. Hann hevði ein vanligan ungdóm og giftist ungur við Randi, dóttir Bjørghild og Ejler Jørgensen. Tey fingu skjótt Guðrun og seinni Súsannu. [...] arbeiða á fiskimannafelagnum og komu vit at arbeiða saman í meira enn 30 ár. Hesa tíðina menti FF seg til at gerast eitt felag, sum kundi vísa á størstu úrslit fyri sínar limir. Skaptar vóru millum annað [...] árini vóru hagtølini gjørt við roknimaskinu og kúlupenni. Seinni við EDV, sum Olaf eisini var við til at menna. Olaf var sera nærlagdur, og tað kundi ikki setast ein fingur á hansara arbeiði. Olaf brendi
var hann fastur fúsur til venjingarnar hjá teimum ungu liðunum, og hann legði sær altíð eina við at heilsa upp á venjarar og leiðarar, fritta um støðuna og útlitini og eggja teimum til. Tí var tað natúrligt [...] Búði t.d. í Runavík frá 1949 til 1952, har hann stóð fyri keibyggingini, sum var tað veruliga frambrotið hjá bygdunum har á leiðini. Frítíðin í Føroyum varð eisini brúkt til fótbólt. HB var illa fyri eftir [...] men misti tað aftur til stóra iðran hjá Jógvani og feløgum. Men hann var framvegis oddamaður og liðskipari, tá HB vann sítt fyrsta FM í 1955 og annað í 1960. Jógvan var eisini við til teir mongu steypasigrarnar
Sjúkrahúsi. Seinni fór hon til Danmarkar at fáa sær útbúgving innan sjúkrarøkt, og kom síðani heimaftur og arbeiddi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Seinni flutti Merry aftur til Danmarkar og giftist í 1964 við Eyðálvur [...] fyrst í Tåstrup, men fluttu seinni til Ballerup, har tey høvdu keypt sær eini hús. Børnini, Cathrina og Poul eru bæði fødd niðri. Í 1981 fluttu tey so upp aftur til Føroyar, og búsettust í Klaksvík. Í [...] millum dóttrina í Havn, har tey hildu nógv til, og so arbeiðið í Klaksvík. Eitt er heilt vist, at tann lærdóm, ið vit fingu í barnaheimi okkara, hevur Merry tikið til sín og hava fest røtur á lívsleið hennara
Maja varð tikin heim til Frelsaran í august í fjør. Vit vóru 12 systkin á Geil, 9 brøður og 3 systrar. Elstur var Palli, nevndur Argja Palli. So kom Bette, sum sum 19 ára gomul giftist Johan Kjærbo í Sumba [...] Frits, Ole Jacob, Pole og Sverri, og at enda triðja systirin, Dus, sum 16 ára gomul fór til Danmarkar og giftist har. Maja kom soleiðis at vera tann, sum frá ungum árum saman við mammu okkara og viðhvørt [...] øllum vanligum húsligum arbeiði skuldu skipsklæðir gerast klár til brøðurnar, sum teir flestu, eins og pápi og flestu dreingir tá, fóru til skips. Samstundis arbeiddi Maja á spinnaríðnum, meðan vit flestu
í skemti verið tikið til, at beiggjarnir vórðu sendir til Havna í læru á Dimmalætting beint eftir, teir fyltu 14 ár. Teir møttu til arbeiðis hvønn morgun kl.8, og teir fóru til hús, tá ið teir vóru 67 [...] síggja fram til eina góða tilveru saman. Men nøkur ár seinni hendi tað ófatuliga, at nú var tað Herbert, sum fær deyðiliga sjúku. So nú var tað Gunnvør, sum má fara til Danmarkar við Herbert til viðgerðar [...] støðu til Dimmalætting. Hon var blaðið, sum fólk antin ”elskaðu” ella sum sum tey ”elskaðu at hata”. Tó ikki meira, enn at hetta skiftið eisini hjá hesum seinnu er ein løgin kensla. Tí uttan mun til, hvat
Tú vart ein sum altíð spurdi til familjuna og vildu vita, hvar og hvat vit gjørdu, og ikki minst hvussu vit høvdu tað. Tú vart nakað serligt, tað eru vit jú øll, men tú vart nú burturúr. Tá ið tú komst [...] meira regluliga saman, fyrst úti í Hornabø, og nú ikki minst tá ið tú hevði hitt Andreas, sum tú giftist við, eg minnis so væl, tá ið tú hevði møtt Andreas, hvussu glað tú vart, tað sást so væl á tær, at [...] Andreas fingu bert ov stutta tíð saman, men vit mugu boyggja okkum, tá ið Gud vil hava okkum heim til sín. Góða Vilgerð, nú ert tú saman við pápa tínum, mammu tínu og beiggja tínum »Meinert«, sum tú misti
farin. Torvald var sera hegnigur, og sum ungur fór hann til Klaksvíkar í smiðjulæru. Men hugurin til sjógvin hevur verið ov stórur, so hann fór til skips. Hann kom at sigla í mong ár, eisini sum motorpassari [...] bragdligur fram til fyri kortum. Torvald var norðragøtumaður í báðar ættir. Hann var sonur Onnu Jovinu, ættað av Brúnni og Zacharias Karl, ættaður úr Frammistovu. Teir vóru fimm brøður, sum komu til: Andreas [...] tá ið eg sjálvur fór til skips fyri júst 50 árum síðani við Báruni, men tá var hann sjúkur. Seinni komu vit at sigla saman, og havi eg bert góð minnir um Torvald. Torvald giftist 3. desember 1955 við Ragnu
gomlu Dimmalætting. Sólrun kom at arbeiða í handlinum hjá Demmus í Havn í nógv ár, til hon 35 ára gomul í 1955 giftist við Niels Juel, sum var sonur Mallu og Pola skómakaran. Niels Juel var tá 43 ára gamal [...] góðum monnum við til at prenta føroysku Bíbliuna. Hetta var eitt rættiligt avrik, sum útgerðin var tá. Sjálvt í dag verður ein slík bók neyvan prentað í Føroyum. Niels Juel var eisini við til at stovna B36 [...] koma inn til. Niels Juel dugdi væl at greiða frá, og Sólrun var altíð skjót við einum drekkamunni. Men í mai 1981 rakti óeydnan tey brádliga. Ein morgun Lina var við at gera seg klára at fara til arbeiðis