Tina hevur eitt arbeiði, sum so avgjørt ikki kann sigast at vera eitt vanligt konufólkaarbeiði. Hon starvast í danska herinum sum samskiftisfólk. Hetta hevur ført hana víða um til krígsherjað øki, og tær seinastu ferðirnar hevur tað verið til Afganistan.
Fyrst skal verða nevnt eitt sindur um føroyska upprunan hjá Tinu. Mamma hennara er Aðalgunn, dóttir Brynhild og Jógvan Rasmussen í Havn.
Aðalgunn kom sum ung at kenna Peter, sum er dani. Teirra fyrsta barn er Tina, sum eisini er fødd í Føroyum í 1973, áðrenn tey flutti niður. Tey fingu tvey onnur børn, Nicolaj, sum er 33 ár og Alexander sum er 19 ár. Nicolaj man hava fingið brell av systrini. Hann er eisini beint farin í herin, har hann eisini ætlar at finna sær lívsstarv. Hann er nú á kasernuni i Holstebro, har fleiri føroyingar hava verið.
Tina vildi hava arbeiði við spenningi
Tina hevði ikki áhuga fyri “vanligum” konufólkaarbeiði, tá ið hon skuldi velja sær starv. Hon vildi hava eitt arbeiði við spenningi í.
Tískil fór hon 1. apríl 1996 í herin, og hon kom til kasernuna í Tønder sunnast í Jyllandi, og hetta var uppá at hetta skuldu gerast hennara framtíðar starv.
Aftaná teir fyrstu fýra mánaðirnar, sum herskyldan vanliga er, valdi Tina at fáa sær eina tekniska útbúgving innan samskifti. Hetta er jú í dag blivið eitt stórt øki við telefon og internet, har tað ber til at fáa samband um allan heimin nær sum helst. Men hetta krevur eisini, at tøknin er í lagi, og hetta er so uppgávan hjá Tinu.
Men eitt arbeiði í herinum gevur eisini møguleikar at koma út í heim. Upprunaliga var hetta sjálvboðið. Men so hvørt sum uppgávurnar hjá danska herinum í ein størri mun er at stuðla friðartiltøkum úti í heimi, er tað ein partur av arbeiðskorunum í herinum at verða útsendur, har tørvur er fyri tí. Hetta verður so gjørt eftir eini fastari skipan, har tað verður skift ímillum at verða sendur uttanlands, har danski herurin hevur støðir og so at arbeiða heima í Danmark.
Tað var longu í 1997, at boð vóru eftir Tinu. Tá var hon í Bosnien í eitt hálvt ár. Tað høvdu verið harðir bardagar í gamla Jugoslavia. Hesir vóru nú avhasaðir, og millum onnur lond skuldu danir tryggja friðin, og hetta var Tina tískil við til.
Síðani búði Tina í Polen í trý ár saman við sínum táverandi manni, sum var í herinum.
Men hon kom so aftur til Danmarkar, har hon 1. mars 2003 gjørdist overkonstabel og fekk starvheitið “comcenteroperatør” við øllum tí, sum tað inniber.
Til Afganistan
Aftaná 2001 kom Afganistan á skránna. Fyrstu ferð Tina kom til Afganistan var í 2005, men hesa ferð var steðgurin bert seks vikur. Tá var tað eitt lítið lið av dønum og týskarum, sum skuldu gera eina samskiftistøð í Feyzabad har norðuri í landinum.
Um Afganistan kann sigast, at landið er 647.000 ferkilometur stórt, umleið 500 ferðir Føroyar. Fólkatalið er góðar 31 milliónír.
Tað er ein føroyingur, sum kennir sera væl Afganistan. Hetta er Heini Olsen, sum hevur arbeitt í landinum sum verkfrøðingur. Hann hevði í FF-blaðnum fyrst í 2002 áhugaverdar greinir um støðuna í Afganistan og øðrum muslimskum londum, har hann hevði arbeitt.
Hann greiddi frá, at Afganistan er býtt í 29 landspartar, sum hvør hevði sín høvdinga. Tað verður meira hugsað um ættarbólkin hjá sær sjálvim enn um landið sum so. Hetta merkir eisini viðurskiftini í landinum.
Heini segði, at tey kendu persónliga lítið til harðskap tey 12 árini frá 1956-1966, tey arbeiddu í muslimskum londum, og kendu so púra einki til ta fanatismu, sum vit í dag hoyra um dag og dagliga. Eitt dømi um, hvussu tollynt tað var í Afganistan, var, at í høvuðsstaðnum Kabul var ein kristin kirkjugarður fyri teir útlendingar, sum búðu í landinum. Eingin hevði ilt av tí.
Men her er nógv broytt, har tað er farið frá eini grøv í eina aðra. Tað vit minnast best er kommunistiska verðsliga stýrið, sum so varð koppað av fundamentalistsku talebanunum, sum so aftur vórðu koppaðir av USA og tess sameindum.
Hetta hevur sjálvsagt sett sítt merki á land og fólk.
Aftur til Afganistan
Í 2006 kom Tina aftur til Afganistan. Hesa ferð var hon 7 mánaðir í Kabul, høvuðsstaðnum í landinum. Her var hampiliga friðarligt og trygt, og tað bar til at ferðast nøkurlunda frítt í býnum og fáa eina kenslu av, hvussu tað var at liva har.
Yvirhøvur vóru fólk sera vinarlig og mettu teir fremmandu at vera í teirra parti. Men hetta var nakað samstundis sum Muhamedkreppan var. So tað loysti seg neyvan tá at veitra við donskum flaggi í gøtunum! Hetta hevur javnað seg.
Í 2008 var Tina aftur í Afganistan frá februar til august. Men hesa ferð var tað í Kandahar suðuri í landinum í tí sokallaða Helmsland landspartinum. Tað er her, at Taleban er serliga sterkt, og tí er ikki so trygt. Her ber ikki til at ferðast trygt, og tí kemur Tina sjáldan út frá herstøðini, har hennara arbeiðspláss jú er.
Tað eru 600 danskir hermenn í hesum øki. Teirra endamál er fyrst og fremst at byggja landið upp til gagns fyri vanliga fólkið. Hetta er at gera vegir, byggja skúlar og slíkt, sum kann gera lívið hjá fólkinum lættari og betri.
Men hetta er ikki lætt, tá alt hetta er illa sæð av Taleban, sum metir slíkt virksemi at vera av tí illa.
Tað eru fleiri danskir hermenn, sum eru dripnir bæði í Irak og Afganistan. Serliga eru tað tær sokallaðu vegsíðubumburnar, sum eru so lumpisligar. Tær liggja krógvaðar fram við vegnum, og verða útloystar við fjarstýring. Vil illa til er lítið at gera.
Serliga eru talebanarnir ímóti, at skúlar verða gjørdir, har gentur eisini kunnu fáa lærdóm. Hesum eru teir so nógv ímóti, at skúlar mugu hava vaktarhald at verja næmingarnar móti Taleban. Hvussu stór fanatisman er sást í tí, sum frættist um dagarnar, at teir nýta sýru, sum teir blaka í andlitið á gentunum fyri at oyðileggja teirra útsjónd. Her er talan um ein hugburð, sum tað als ikki ber til at skilja. Eitt er at leggja eftir teimum, sum teir meta sum sínar fíggindar. Men at hevna seg inn á gentur, sum bert vilja hava vanligan skúlagang. Slíkt ber ikki til at fata.
Her er talan um eina ófatiliga kvinnukúgan. Men tað kann eisini vera trupult at fáa kvinnurnar at ganga ímóti hesum. Hóast tær ikki noyðast tað, ganga framvegis nógvar við burka, har tað bert er eitt lítið hol í slørinum hjá kvinnunum at síggja ígjøgnum.
Tina heldur, at tað sum umræður er at vinna unga ættarliðið fyri nýhugsanum. Men hetta kemur ikki av sær sjálvum.
Talebanar nýta eisini snildir fyri at vinna fólkið. Teir eiga pening, sum teir lata fólkinum fyri at fáa tey at koma í teirra part. Hetta ger tað ikki lættari.
Royna at steðga opiumframleiðsluni
Eitt sum fíggjar virksemið hjá Taleban er opiumframleiðslan, og stendur Afganistan fyri nógv tí størsta partinum av heimsins opiumframleiðslu.
Roynt verður at forða hesi framleiðslu við at oyðilieggja grøðina. Hetta gevur sjálvsagt trupulleikar við bøndurnar, sum missa av síni annars lítlu inntøku.
Roynt verður so at fáa bøndurnar at dyrka okkurt annað meira óskaðiligt, men hetta er heldur ikki bert sum at siga tað. Her er stórt sæð bert oyðimørk, og tað er trupult at fáa annað at vaksa her.
Stjórnin í Afganistan er so kroyst av Taleban, at teir av álvara tosa um at fáa samstarv við teir. Tað eru tó tey, sum halda, at hetta kann vera sum at geva illamanni lítlafingur við tí sum tað kann føra til.
Annars er stórur munur á støðuni í Irak og Afganistan. I Irak eru einir 120.000 hermenn. Her er friðarligari nú, og hetta gevur møguleikar fyri at irakar sjálvir kunnu yvirtaka verjuna av sínum landi. Tað er eisini ætlanin innan eina áramál at taka allar útlendskar hermenn úr landinum.
Í Afganistan eru nógv færri hermenn, einir 30.000, og her er ætlanin hjá nýggja forsetanum í USA Obama at økja um talið á hermonnum. Tað var jú eisini hiðani at álopið 11.9.2001 var fyriskipað, so her er neyðugt at vera á varðhaldi. Obama hevur annars júst eisini boðað frá, at tað skal gevast størri peningastuðul stuðul til at menna Afganistan og eisini marknaøkini við og í Pakistan.
Tina er heima í Danmark nú. Hon arbeiðir á herstøðini Karup, og býr nærindis. Hon býr heldur ikki langt frá foreldrunum.
Hon eigur tørn at fara aftur til Afganistan í 2011. So er bert at vóna, at støðan verður betri tá enn nú. Sigast kann í hvussu er, at hennara partur liggur ikki eftir.
Sjeikurin
Tina hevur eisini ein heilt annan vinkul á støðuna í hesum øki. Hon hevur nevniliga ein amerikanskan drong, Dave, sum hon hevur hitt í Afganistan. Hann er ættaður úr San Diego sunnast í Californina.
Men teirra samlív er tó ikki so lætt sum hjá teimum flestu øðrum. Hansara arbeiðstreytir eru eisini at verða sendur til ymiskar uppgávur ymsa staðni á knøttinum. Hann er limur í einum US Marine Corps, sum er ein sereind til serstakar uppgávur hjá herinum.
Beint í hesum døgum er hann umborð á einum amerikanskum flogbera uttanfyri Somalia. Hetta er ikki nøkur jolla. Manningin er 1.200 og teir kunnu hava 40 flogfør umborð. Tað hevur ein nýggj “vinna” tikið seg upp í Somalia, og tað er sjórán. Skip verða rænd og við manning tikin inn til havnir í Somalia. Skip og manning verður síðan afturhildin, meðan samráðingar fara fram um loysipening fyri at lata skip og fólk fara. Her er talan um stórpening, sum skapar vælferð í lokala samfelagnum. Tí eru hesir sjórænarar hetjur heima hjá sær sjálvum. Tær ungu genturnar droyma um at giftast við einum sjórænara!
Men hetta kunnu sjóvinnutjóðirnar ikki finna seg í. Tí eru tær farnar at senda herskip á leiðirnar at verja síni skip. Fleiri lið av sjórænarum eru eisini tiknir og latin teimum londum, hvørs skipum teir hava forbrotið seg ímóti. Nú verður eisini tosað um, at hetta er ein uppgáva fyri NATO.
Men hóast Tina og Dave er so langt frá hvørjum øðrum, so eru sambandið teirra millum gott. Teldubrøvini klikkja inn alla tíðina. Her er sanniliga nógv broytt, síðan Jógvan var til skips, og Brynhild kanska einki frætti ein heilan túr!
Tina roknar kortini ikki við, at tað verður leingi til tey fara at hittast, og hon hevur eisini lovað ommuni og abbanum at koma til Føroyar í summar at vísa teimum sjeikin. Tá fara vit kanska aftur at frætta frá teimum.
Tillukku til Brynhild
Her skal eisini verða nýtt høvið at ynskja ommuni, Brynhild, tillukku við teimum 80 árunum í morgin 9. apríl. Vit eru so heppin at búgva í sama grannalagi sum Brynhild, so vit síggjast javnan. Sigast kann, at hon er eitt konubrot, og so er hon altíð so stuttlig og positiv. Væl liggur fyri at práta, og skil er eisini í hjá henni!
Brynhild er “ektað” havnarfólk. Mamman Jacobina var úr Kollafirði, men pápin var Fritleif Johannesen, sonur Petur í Mattalág, kendur sum postførari. Hann hevur verið umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Brynhild er vaksin upp í Konradsbrekku, har hon eisini býr nú.
Brynhild byrjaði í nonnuskúl-anum, men ræddist so illa nonnurnar, at hon flutti oman í kommunuskúlan, har Poul Jensen var skúlastjóri. Hon fór úr skúlanum 14 ára gomul, sum vanligt var tá. Táið Brynhild var blivin konfirmerað, fór hon út at arbeiða sum húshjálp hjá skræddaranum Sigurskjold. Síðani fór hon til Íslands 17 ára gomul at arbeiða fisk. Hetta var beint aftan á kríggið, og har var gott at vera.
Brynhild giftist við Jógvan, sum er ættaður heiman av Sandi, og hann hevur koyrt hýruvogn í Havn í nógv ár.
Serliga má takast til ta umsorgan, sum Brynhild hevur fyri soninum Olfert, sum fekk ta óhepnu byrjan á lívinunum, at hann var hildin at vera deyður í móðurlívi, og hann fekk eina føðing eftir tí. Hetta er ein serlig søga, sum var í FF-blaðnum fyri nøkrum árum síðani.
Sum sagt er tað altíð hugnaligt at hitta Brynhild. Tað var líka hugnaligt at hitta Tinu. Ynskt verður teimum báðum og teirra einar gleðiligar páskir.
Miðvikan var vegna páskirnar
í blaðnum í gjár týsdagin