Í hesum døgum vitjar finski rithøvdundin Johan von Bonsdorff í Føroyum. Hann gav í fjør saman við Martti Lintunen út bókina ?Atlantens cowboys?. Hetta er ein heldur óvanlig bók, sum viðger føroyingar og [...] er skrivað á svenskum, er ein reportasja um menniskju og liviumstøður frá ístíð til krepputíð í Føroyum. Í bókini eru samrøður við fleiri kendar føroyingar, sum siga sína hjartans meining um aðrar føroyingar [...] uppdatera? innihaldið. Hann vil fegin hava nakað aftrat í bókina um eitt nú fullveldisætlaninar og um eina komandi oljuvinnu. Atlantens Cowboys fæst í bókhandlunum.
Vit minnast jú øll, at lagið Skýmandi Kvøldið seinasta ár í drúgva tíð var nummar eitt í sendingini 15 Teimum Bestu í útvarpinum. Seinast í undanfarna mánaða kom so EP'in. Tað, sum undirritaði hevði sæð [...] River Recording av Johannes á Rógvu Joensen. Remixið av Skýmandi Kvøldið hevur Mark Joensen gjørt, og tað er Jónas Bloch Danielsen, sum hevur ljóðblandað tónleikin í Studio 93. 3'arin í SMS stendur fyri søluni [...] teirri hugsan, at bólkurin helst er best live-bólkurin í landinum. Tað hevur altíð verið ein ávísur intensitetur yvir spælinum hjá teimum fýra limunum í bólkinum. Tíverri eri eg noyddur at siga, at eg haldi
niður úr 1. deild í 1997, og tað eydnaðist ikki liðnum at flyta upp aftur í bestu deildina í ár. Hetta komst av, at vágamenn fingu eina út av lagi vánaliga byrjan upp á kappingina. Í seinnu helvt gekk [...] Hann spældi í sínari tíð við B93 og Skovshoved, áðrenn hann sum 20 ára gamal fór til Schweiz, har hann m.a. spældi við FC Baden. Ole Andersen hevur verið í Schweiz í umleið 30 ár, men í seinastuni hevur [...] gekk sum eftir ánni, men í síðsta enda rakk tað ikki til meir enn eitt bronsupláss. Albert Ari Thomassen og Jonhard Joensen tóku sær av venjingini í ár, men nú hevur FS Vágar skrivað sáttmála við útlendskan
busseigararnir Gunnleivur Danielsen og Arne Berg, sum hava keypt sær hvør sín Scania buss frá Johannes Berg í Havn. Tað serliga við hesum bussum er, at teir ikki eru bygdir á rammu, sum annars vanligt er [...] av gongubreytarkantinum og inn í bussin. Tá bussurin steðgar, søkkur hann einar 10 cm, sum ger, at lætt er hjá ferðandi á hjólum, barnavognum og koyristólum, at koma inn í bussin. Tann yngsti bussurin annars
tiltakið fyrst skal verða í Sumba, síðani verður ein partur av tí møguliga fluttur til Tvøroyrar og endin verður so, at tiltakið endar í Norðurlandahúsinum. Tiltøkini í Sumba og í Norðurlandahúsinum hava [...] út til, at hetta er galdandi í dag. Ætlanin er nevniliga at gera rættuliga nógv burturúr føðingardegi hansara. Og so eru tað eisini nøkur av teimum fremstu listarfólkunum í Føroyum, ið eru biðin at heiðra [...] allir sera ernir av, at Pol F. vaks upp í heimbygd teirra. Tískil eru tað fyrst og fremst sumbingar, ið fara at hátíðarhalda føðingardag skaldsins. Brøðurnir Dánjal Johan - og Finnbogi Lisberg gjørdu fyri tíð
Náttina til páskaaftan í ár vaknaðu Marjun Joensen og maðurin Johan Heri við kaldan dreym. Tað var eldur í nýggja handilsbygningi teirra í Fuglafirði, men tá fólk vóru varug við eldsbrunan var ov seint [...] 17.30. Hetta til jóla verður eisini opið í døgverðatímanum, men eftir nýggjár verður stongt í døgverðatímanum. Sosialurin ynskir Marjun Joensen og manninum Johan Hera góða eydnu við umvælda handlinum [...] ella rættari uppaftur bygdur og í dag klokkan tíggju letur hann upp aftur. Tað var ein sera fegin Marjun Joensen, sum vit fingu orð á fríggjadagin. Hon greiðir frá: Í marts mánað tá var langt á mál,
tað er í so tíðliga at tosa um kreppu á Strondum enn, men tað hevur ikki gingið strandingum væl í byrjanini. Fyrsti dysturin í ár var torførur, móti VÍF, men tað er nokk einki at taka seg aftur í, at teir [...] sum áttu skyldina fyri tapinum. Verður hugsað um endastøðuna hjá liðunum í fjør, so var StÍF í toppinum, meðan Neistin var í botninum. Tá manglaði Neistin tað hepnið, sum teir dugdu so væl at gera sær [...] vóru óhepnir, so skulu bóltarnir í málið áðrenn tað telur, og tí gekst illa í hond við sunnudagin. Nógv skot fóru uttanfyri, meðan Bogi Henriksen tók fleiri. Tað gjørdi Johan Danielsen eisini, men munurin
Tað er føroyska kunningarstovan FØR-DAN í Danmark, sum gevur blaðið út. Færøerne kemur út á donskum og er í fyrsta umfari ætlað at kunna fólk í hinum Norðurlondunum um Føroyar og føroysk viðurskifti. Hetta [...] Ellefsen og Jógvan Sundstein. Serblað Í næstu útgávu fer Færøerne at umrøða ætlan landsstýrisins at endurnýggja fiskiflotan. Í sambandi við umrøðuna verða m.a. greinar, sum Johan Petersen, landsstýrismaður, Atli [...] samgonguni, og Jens Erik Magnussen, undirstjóri í Landsbankanum skrivar um landsstýrisins obligatiónir á børsinum í Keypmannahavn. Eisini til Føroya Færøerne verður í dag lisið víða um Norðurlond umframt aðrastaðni
hetta er fyrstu ferð í søguni hjá Havnar Sjónleikarfelag, at tað verður roynt. Jytta Joensen hevur leiklutin og Eyð Matras leikstjórnar. Poul Johannes Lindberg, sum á sinni var formaður í Havnar Sjónleikarfelag [...] tí innvenda, tað vil siga, at pallmyndin er í leikarunum. Málið er ógvuliga poetiskt og innballað. Ferðin til teir grønu skuggarnar hevur áður verið spældur í Havnar Sjónleikarfelag. Tað var á donskum av [...] Í hesum døgum venur Havnar Sjónleikarfelag nýggjan leik. Leikurin, sum verður frumframførdur 21. november, eitur Ferðin til teir grønu skuggarnar og kendi danski høvundurin Finn Methling, sum hevur fingið
til góðar segði Edmund Joensen, táverandi løgmaður undir minningarhaldinum á Sjómansheiminum í Havn 1. november í fjør. Vit prenta her tað, løgmaður bar fram tá. Hann segði: -Havið er okkara lívsgrundarlag [...] fyri menningini av samfelag okkara. Tey virði, sum verða skapt í sjómansins hondum, koma okkum øllum til góðar. So er, og so hevur verið í mong ættarlið, segði løgmaður og legði aftrat, at fáa tjóðir hava [...] hava goldið havinum so dýrt sum føroyska tjóðin. 12 deyðir farna árið í fjør doyðu fimm menn og ein kvinna á sjónum. Men í ár er talið yvir tey, sum doyðu á havinum, tvífalt so stórt, nevniliga 12. Teir