Ein øðrvísi bók um Føroyar og føroyingar nú út á finskum máli

Ein øðrvísi bók um Føroyar og føroyingar nú út á finskum máli

Í hesum døgum vitjar finski rithøvdundin Johan von Bonsdorff í Føroyum. Hann gav í fjør saman við Martti Lintunen út bókina ?Atlantens cowboys?. Hetta er ein heldur óvanlig bók, sum viðger føroyingar og Føroyar á ein annan hátt enn vit eru von við. Bókin, sum er skrivað á svenskum, er ein reportasja um menniskju og liviumstøður frá ístíð til krepputíð í Føroyum. Í bókini eru samrøður við fleiri kendar føroyingar, sum siga sína hjartans meining um aðrar føroyingar og samfelagið her.

Nú er rithøvundin við at geva bókina út á finskum og er hann komin til Føroya fyri at ?uppdatera? innihaldið. Hann vil fegin hava nakað aftrat í bókina um eitt nú fullveldisætlaninar og um eina komandi oljuvinnu.

Atlantens Cowboys fæst í bókhandlunum.