Tað eru teir báðir busseigararnir Gunnleivur Danielsen og Arne Berg, sum hava keypt sær hvør sín Scania buss frá Johannes Berg í Havn.
Tað serliga við hesum bussum er, at teir ikki eru bygdir á rammu, sum annars vanligt er. Tá ein bussverksmiðja selur ein buss, er tað vanliga bara undirvognin, teir selja. Síðani eru tað aðrir, sum byggja »húsið« omaná.
Men hesar bussarnar hevur Scania verksmiðjan sjálv latið, og av tí at teir ikki eru bygdir á eina undirrammu, so eru teir sera lágir. Dúrkið er plant, og tú kanst næsta stíga beinleiðis av gongubreytarkantinum og inn í bussin.
Tá bussurin steðgar, søkkur hann einar 10 cm, sum ger, at lætt er hjá ferðandi á hjólum, barnavognum og koyristólum, at koma inn í bussin.
Tann yngsti bussurin annars er 12 ár, meðan tann elsti er 20 ár. Nógvir eru keyptir brúktir, og kosta teir tá einar 100.000 krónur.
Hesir bussarnir kosta oman fyri 2 milliónir stykkið.