gera. Spurningurin um ríkisrættarligu støðuna er ikki tað, at loysa og so steðgar alt upp. Spurningurin um sjálvstýri er eisini at taka okkum av okkara gomlu og okkara vælferðarskipan - so eg haldi tað er [...] Danmark, so hava vit ikki megnað at geva okkara gomlu nøktandi kor - hvat ætla tit at gera við hetta málið? ? Nógv óttast, at tað fer at ganga út yvir vælferðarskipanina, um vit fara undir samráðingar um at [...] um tosað um, hvussu tit kunnu fáa aðrar vinnu at gerast ein størri part? ? Jú, tað verður tosað nógv um hetta í landsstýrinum. Endamálið við at broyta teir formligu partarnar í samfelagnum so vit fáa
ábyrgd av, so at kommunurnar so at siga kunnu fara at kappast um, hvør nú kann veita sínum borgarum bestu røktina. Hetta er ein trupul spurningur, sum vit ikki kunnu lova nakra hjálp upp á um vit fáa sjálvstýri [...] ? Tosað verður um útbygging av Landssjúkrahúsinum, samstundis sum deildir standa tómar. Hvussu skal hatta skiljast? ? Nú hugsar tú helst sum so, at um Landssjúkrahúsið verður størri, so mugu fleiri fólk [...] hugsað verður um barnaskúlan, miðnámsskúlarnar og hægru skúlarnar? Menningin, sum er farin fram við miðnámsskúlunum, har tú kanst leggja tær støðið undir víðari lestri, er vegurin fram. Og so meini eg eisini
tað tað, um vit kunnu reka samfelagið bíligari. Vit eru farin undir at gera konsekvensútrokningar av, hvat tað hevði merkt, um vit minkaðu blokkin gjøgnum eina skiftistíð. So eiga vit at kanna, um vit kunnu [...] føroyska samfelagnum, um vit halda fram eftir somu skipan. Blokkurin er ikki ein regulator. Gongur tað illa í fiskivinnuni, so fáa vit ikki fleiri pengar við blokkinum. Gera vit eina avtalu um, at vit minka [...] ikki ókeypis? Hetta veldst um, hvussu long skiftistíðin verður, og hvussu góða avtalu vit kunnu fáa við danir. Hetta snýr seg ikki bara um at rópa loysing á einum trappusteini og so at loypa út í myrkrið.
mánaðirnar hevur tyngt so mikið um stigaposan, at í løtuni er tað nógv, sum bendir á, at meistaraliðið frá í fjør vinnur silvur og harvið rættin til luttøku í UEFA Cup kappingini komandi ár. Um endaliga støðan [...] luttøku við sær. Tað ger tað bara, um tað fer at eydnast NSÍ at leggja B36 aftur um seg. Vinnur NSÍ triðja plássið, og B36 verður næstfremst og KÍ endar á fjórða plássi, so verður luturin hjá NSÍ at spæla [...] havnarmonnunum, um teir ikki skulu vinna FM heitið og harvið the double ella greipuna, sum tað hevur verið kallað hesi seinnu árini, tá eitt lið hevur vunnið bæði meistaraskapin og kappingina um løgmanssteypið
var ikki altíð, at hetta spældi so væl av, og tosar tú við tey, sum fylgdu við í fótbólti fyri einari fjórðings øld síðani og meiri enn tað, so vita tey nógvar søgur um hendingar, ið stóðust av, tá teir [...] gjørt, um dómararnir so at siga høvdu skikkað sær væl, og omaná alt var takkarlønin frá FIFA til dómararnar, ið høvdu staðið fyri sovornum avrikum, at teir vórðu sendir til hús. Besta dømið um hetta var [...] tí teir síggja fram ímóti ljósari og mildari tíðum. At teir so, tá góða árstíðin er í hæddini, verða noyddir at sita uttanfyri og hyggja at, tí teir ? í eygunum á teimum sjálvum og so nógvum øðrum ? eru
fyri at toga ein NSÍ-leikara niður á miðjuni. NSÍ-arin var á veg fram, tá Zoran rætti armin út og tók í økslina á honum. Tað fekk hann so gult kort fyri, og tað var heldur eingin, sum mótmælti tí, greiðir [...] rætt til at spyrja dómaran um ymiskt, men hann hevur ikki rætt til at spilla fólk út og mótmæla hvørji einastu avgerð, dómarin tekur, sigur Birgir Sondum. ? Tað fekk hann so kort fyri í 68. minutti, og [...] og í 77. minutti feldi hann so ein NSÍ-leikari við at fara beint inn á øklarnar á honum, tá hesin var farin framvið honum, og so fekk hann eitt gult kort afturat. Spekulera í kortum Birgir Sondum vísir
rættiliga ófantaliga tók beinini undan einum B36-leikara, og so var brotsspark. Hetta setti Finn Mørk trygt í netið. Tað gingu bert tveir minuttir, so var 2-0. Hesaferð var tað altíð vandamikli Tórálvur Poulsen [...] vinstru, John Thomsen, streyk avstað heilt fram til baklinjuna og sendi síðani inn fyri, har Tórálvur Poulsen rann til nærmastu stong og setti tánna undir bóltin, og so var 3-0. Hálvleikstøðan var eisini 3-0 [...] sníkja seg upp eftir stigatalvuni. Leygardagin vóru klaksvíkingar á vitjan, og tá var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið. Tað var bert eitt korter leikt av fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið legði seg
HB?arnir fyrst og fremst hugsaðu um sínar verjuskyldur. Hóast hetta, so eydnaðist tað gestunum at fáa enn eitt mál, tá ið farið var út um vanligu leiktíðina. Eftir eitt hornaspark úr høgru síðu hálvbjargaði [...] rendur um koll, og dómarin Lassin Isaksen, sum hevði ein av sínum betri døgum, ivaðist ikki og dømdi brotsspark. Hetta setti tann yngsti av Jarnskor-brøðrunum, Henning, ósvikaliga trygt í netið, og so var [...] brotsteigin hjá HB, men skotroyndin hjá Súna fór beint fram við málinum. Eftir hetta mundu tey flestu helst vænta, at dysturin fór at enda 1-1, men so varð ikki. Bert níggju minuttir vóru eftir at leika,
málverjan í annað borðið og bóltin í hitt málhornið, og so tóktist tað bara vera ein spurningur, um tað fór at eydnast hjá sumbingum at halda tørn um javnleikin. Tað kom einki mál afturat, og tað kom sera [...] átta minuttir farnir, tá TB fekk hol á og mót um, at hetta fór at laga seg. Málið skoraði Aleksander Radosavlovic, sum fekk ein langan bólt stungnan fram undan lotinum og megnaði at renna frá aftasta [...] fingið annað gula kortið. Talan var á ongan hátt um ljóta og ófantaliga uppgerð, soleiðis sum tað kanska kundi roknast við, tá tvey grannalið hittust í so týdningarmiklum stríði.
enn trý stig upp til KÍ, sum lá á fjórða plássi, so alt kundi henda í Sandavági. Vildi væl til, so kom FS Vágar væl upp í stigatalvuna, meðan teir, um tað vildi illa til, komu hóttandi nær botninum. [...] meir eftir miðjuni, so gjørdist enn lættari hjá miðverjuni at halda málfrían dag. Men hetta var tó nær við at miseydnast. Tá leirvíkingar mitt í seinna hálvleiki sendu ein bólt avstað fram eftir vøllinum var [...] vágamonnum so óheppin, at hann ikki rakti bóltin. Ein leirvíkingur streyk avstað við bóltinum, men skot hansara var ikki nóg gott. Málmaðurin hjá FS Vágum tók. Hevði LÍF fingið mál tá, so var tað ímóti