Ragnar Magnussen, Tórshavn:
? Hvussu verður við útbúgvingarmøguleikum, tá komið er á mál við sjálvstýrispolitikkinum?
? Vit hava sagt, at politikkurin hjá okkum miðar eftir einum felags ríkisborgararætti fyri føroyingar og danir. Tí verða útbúgvingarmøguleikarnir, sum vit hava í dag, teir somu - teir verða ikki skerdir. Men tað er kortini týdningarmikið, at vit fáa avtalur við onnur lond um útbúgving eisini. Hetta arbeiðið er byrjað, og Signar á Brúnni hevur, landsstýrismaður í undirvísingarmálum tosað við norskar og íslendskar myndugleikar - eisini hava vit havt samband við Ongland um tað sama. Niðurstøðan er tann, at vit varðveita somu útbúgvingarmøguleikar, sum vit hava í dag umframt at vit fáa útbúgvingarmøguleikar í øðrum londum. Men tað krevur so eisini tað, at vit fara at fíggja lesturin hjá teimum ungu. Men tað krevur sína tíð, at vit fáa alt hetta upp á pláss.
Men myndin um at vit skulu missa teir útbúgvingarmøguleikar, vit hava í Danmark passar ikki - tað er ikki tað, sum liggur í kortunum.
? Men hava vit nakra ítøkjiliga avtalu við norðmenn og íslendingar?
? Nei, enn hava vit ikki gjørt nakra avtalu, men hetta arbeiði er í gongd. Annars verður frí atgongd til lestur í norðanlondum - sambært avtalu millum londini. Spurningurin verður bara, hvør skal rinda stuðulin til tey lesandi. Sum er nú, er lættari at fara til Danmarkar - tí har fáa tey stuðul.
? Hóast vit fáa eina milliard í stuðli frá Danmark, so hava vit ikki megnað at geva okkara gomlu nøktandi kor - hvat ætla tit at gera við hetta málið?
? Nógv óttast, at tað fer at ganga út yvir vælferðarskipanina, um vit fara undir samráðingar um at minka blokkin. Men tað sum vit gera nú, er at seta gongd á eina prosess, har vit skulu fíggja størri part av samfelagnum sjálvir.
Tá vit fara undir eina skiftisskipan við Danmark, so er tað av týdningi, at vit varðveita tær pensjónsskipanir, vit hava, og at tað ikki gongur út yvir tey veikastu. Pensjónirnar skulu ikki verða treytaðar av um vit hava sjálvstýri ella ikki. Tað sum tað snýr seg um er minka tann partin sum fer til vinnulívsstudning. Spurningurin um hvussu vit skulu tryggja pensjónirnar í framtíðini er til viðgerðar í samgonguni.
Tað verður tann vanligi politikkurin í Føroyum, sum fer at gera av, hvussu pensjónsviðurskiftini verða í framtíðini. Tað hevur einki við loysing ella samband at gera.
Spurningurin um ríkisrættarligu støðuna er ikki tað, at loysa og so steðgar alt upp. Spurningurin um sjálvstýri er eisini at taka okkum av okkara gomlu og okkara vælferðarskipan - so eg haldi tað er skeivt at tengja teir báðar spurningarnar saman.
Nógv fólk spyrja eisini um krígspensjónina. Men her er at siga, at hetta er ein avtala millum tann einstaka føroyingin, sum sigldi undir krígnum og við statin. Hetta eigur eftir mínum tykki at halda fram óbroytt.
Hvussu kunnu vit fáa fiskivinnuna at verða ein minni part av føroyska vinnulívinum. Hava tit í landsstýrinum tosað um, hvussu tit kunnu fáa aðrar vinnu at gerast ein størri part?
? Jú, tað verður tosað nógv um hetta í landsstýrinum. Endamálið við at broyta teir formligu partarnar í samfelagnum so vit fáa sjálvstýri er, at vit verða búskaparliga sjálvbjargin. Tað er heilt avgerandi, at vit fáa fleiri bein at standa á vinnuliga - skal tað verða nøkur meining í at hava eitt sjálvstøðugt føroyskt samfelag. Eftir mínum tykki er tað ein fyritreyt, at vit fáa gongd á at broyta hesa prosessina í vinnulívinum, at vit fáa fulla ábyrgd av landinum. Vit hava roynt okkum undir núverandi skipan, har vit kunnu siga, at meginparturin av studninginum sum er komin uttanífrá, er farin útaftur sum studningur til vinnulívið.
Ein vinnulívspolitikkur sum miðar eftir, at vit eru búskaparliga sjálvbjargin, er heilt avgerandi fyri teimum politisku broytingunum, vit arbeiða við.
? Nú hevur fiskivinnan ikki givið so nógv til samfelagið - tí tað hevur verið latin so nógvur studningur. Átti vinnan ikki at verið soleiðis skipað, at hon gav so nógv at sær, at til bar at lata stuðul til aðrar vinnur?
? Jú, tað er júst tað. Hetta kundu vit gjørt við skiftisskipanum. Seta vit okkum fyri, at vit skulu verða politiskt sjálvstøðug, so vil hetta eisini leggja trýst á vinnulívið og skapa nýggjar málsetningar fyri vinnumenningina í samfelagnum - hetta má verða ein partur av politisku prosessini, sum er í gongd. Spurningurin er so, hvussu skjótt kann ein alternativ vinna byggjast út. Hetta verður eisini avgerandi fyri, hvussu góða avtalu vit fáa við danir um eina búskaparliga skiftisskipan, so vit kunnu standa á egnum beinum.
? Men verður ikki neyðugt at stuðla eitt sindur fyri at seta í gongd?
? Jú, tað verður tað. Vit hava roynt ymsar skipanir. Framtaksgrunnurin hevur verið nógv kritiserasður, men vit mugu ansa eftir, at tað ikki verður landsstýrið ella politikarar, ið sita og gjara út til ávíst vinnulív, men at vit fáa nakrar skipanir, sum kunnu stuðla nýskapan í vinnulívinum uttan at tað beinleiðis er eftir politiskar stýring. Framtaksgrunnurin skal jú broyta sínar viðtøkur, so hann í størri mun kann stuðla nýggjar vinnur og ávís øki - tað er tann vegin, eg haldi vit skulu fara við stuðli.
Hevur landsstýrið nakað í ætlan um eftirútbúgving av arbeiðsmegini?
? Jú, tað hava vit. Vit hava eisini sett okkum fyri at orða ein útbúgvingar- og granskingarpolitikk. Samgongan, sum hevur sett sær fyri at fáa sjálvstýri, skal eisini kunna prógva at vit eisini hava ætlanir á teimum økjunum. Samfelagið skal endurreisast á øllum økjum.
Kjarnin í spurninginum um sjálvstýri er, um tað kann elva til, at vit fara at seta okkum nýggj mál á teimum ymsu økjunum, so vit fáa endurreist samfelagið á nýggjum grundarlag.