og er opin 16.00-18.00 fram til 12. mars. Til ferniseringina fer Armgarð Arge at halda røðu, Ránnva Holm Mortensen fer at lesa egnar yrkingar og Marius Ziska syngur nøkur løg. Øll eru hjartaliga vælkomin [...] Gallaríið lat upp tíðliga í fjør, og gjørdu beinanvegin av, at á 8. mars skuldu kvinnulist setast í fokus. Aftur í ár er talan um eitt bland av nýggjum og royndum listakvinnum Jana Johansdóttir, Silja [...] hetta lítla gallaríið ein lítil listarlid perla í Havn. Komandi tíðina fara skiftandi framsýningar at prýða veggirnar á gallarínum. Tað eru hjúnini Bogi og Jóhanna Andreasen, ið eiga og reka gallaríið
Eitt langt og drúgt kappingarár er komið at enda hjá Áka Egilsnes við EHV Aue í aðru bundesligu í Týsklandi. EHV Aue endaði í dag kappingarárið við at spæla javnleik 26-26 móti Dessauer á útivølli. Í steðginum [...] vóru Áki og liðfelagarnir á odda 19-14 og 21-17, men heimaliðið var omaná seinastu løtuna, og megnaði at knógva ein javnleik heim. EHV Aue, ið flytur niður í triðbestu deildina endaði næstaftast í deildini [...] gini hjá Áka í byrjanini av kappingini, men seinastu mánaðarnir hevur gingið rættiliga væl hjá Áka at skjóta mál fyri EHV Aue.
in í dag eru høvuðstíðindini í Sermitsiaq, at 18 ára gamli, Flemming Andreassen, sum hevur verið saknaður í Grønlandi, er funnin aftur í øllu góðum. Eftir at hava leitað eftir unga manninum í næstan tvey [...] eisini familjan hjá unga manninum seinnapartin í dag fegnast um, at Flemming Andreassen er komin afturíaftur. Familjan sigur við Sermitsiaq, at hin 18 ára gamli er heima aftur og hevur tað eftir umstøðunum
teir aftur til harusetrið, har teir møta mammuni og fáa at súgva. Eftir 5-15 min. fara tey aftur hvør til sítt. – Haruungin dugir alt fyri eitt at krógva seg sum tær vaksnu harurnar, men kemur man ov nær [...] man flyta hann. Tá er tó týdningarmikið at flyta ungan so stutt sum møguligt, so hann kann finna aftur til harusetrið um kvøldið. Samstundis er tað umráðandi at man ikki nemur beinleiðis við pelsin, men
marknaðarprís. Tá tey fyrstu eplini av Sandi koma til heystar er ætlanin at gera burturúr søluni í Vágsbotni og Áarstova fer at hava tey á matskránni. Til kunnleika velta vit í Føroyum sløk 800 tons av [...] mai mánaði slakan mánað seinni enn siðvenja var áður. Várið í ár var aftur sera kalt, og tey siga, at verður sett niður ov tíðliga og í kulda kemur sera nógv ókrút í velturnar. Verður nú gróður og vøkstur [...] verður aftur til heystar, tey eru mong sum sakna hann. Upprunaliga tankin við Eplafestivalinum var at seta fokus á Sandseplini sum metast milum tey bestu her á landi og við íblástri úr Samsø har tey siga
har venjarararnir hjá báðum liðunum fáa høvið at brúka leikarar, ið ikki hava fingið so nógva spælitíð higartil. Í fjórðingsfinaluni fara Føroyar og Portugal at møta Serbia, Íslandi ella Egyptalandi. Tað [...] bólkaspælinum høvdu altjóða veddingarfyritøkur Spania sum ein greiðan favoritt. Tað tora tær ikki at endurtaka við Portugal. Tær 13 veddingarfyritøkurnar hella tó til ein portugisiskan sigur, men talan [...] millum 1,78 og 2,05. Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 2,10 og 2,40, so tað liggur í kortunum, at tað verður ein javnur dystur í dag. Her eru oddsini: ##med2##
á jóansøku og ætlaðu sær av álvara at bjóða favorittunum umborð á Fípuni Føgru av. Men soleiðis lagaði tað seg als ikki. Sílið sá reyða kortið, tí dómarin metti, at havnardreingir høvdu róð skeivt, og [...] rógvið legði Fípan Fagra upp á síðuna av Sílinum, og so lógu bátarnir báðir borð um borð fram til, at tað restaðu 100 metrar. So munaðu tøkini hjá Fípuni Føgru meiri, og tá ið bátarnir fóru um málið, var [...] var Fípan Fagra ein stóran skut undan Sílinum. Fípan Fagra hevur fult stigatal og er stórfavorittur at vinna FM. ##med2##
bandið. Eisini skulu brøðurnir Andrias og Høgni Fríðuson Gaard út í Europa at døma. Teir skulu til Podgorica í Montenegro at døma EUSA Handball Games 2023, sum er kapping millum universitetslið í Europa [...] og Høgni døma vanliga í donskum hondbólti, har teir hava dømt í 2. deild í vetur, men hava í væntu at rykkja upp í 1. deild til komandi kappingarár. Andrias og Høgni royndu seg eisini í Young Referess [...] Program hjá EHF í fjør, har teir dømdu í European Open. Báðar kappingar er kappingar, sum EHF brúkar til at seta nýggjar dómarar við. ##med2##
Teir gleða seg til at hoyra góðan tónleik á G! Festivalinum í kvøld. – Eg gleði meg mest til ta loyniligu konsertina. Eg havi eitt stórt ynski um, at tað verður Simon von Konoy, sum fer at taka okkum øll á [...] akkurát komin til Syrðugøtu, og tey hava eisini ymiskt, sum tey síggja fram til í kvøld. – Eg fari at lurta eftir Byrta, Brimheim og When Saints Go Machine, sigur Lena Nicolajsen. – Eg gleði meg mest til
talan um ein heimadyst hjá TB. Áskoðararnir sleppa undir tak, so tað er eingin grund til at halda seg aftur at fara at hyggja eftir einum væntandi sera spennandi dysti. TB er nummar seks í deildini við 15 [...] við níggju stigum. Átta altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og tað liggur í kortunum, at tað verður talan um ein javnan dyst. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt sindur til ein TB-sigur. Oddsini