Voxpop: Hetta gleða vit okkum til í dag

Bárður Dal Christiansen, Jón Hammer, Lena Nicolajsen og Heiðrikur á Heygum siga, hvat tey ætla at lurta eftir í dag.

Jón Hammer og Bárður Dal Christiansen

Uttan fyri Tøting standa Jón Hammer og Bárður Dal Christiansen. Teir gleða seg til at hoyra góðan tónleik á G! Festivalinum í kvøld.

 

– Eg gleði meg mest til ta loyniligu konsertina. Eg havi eitt stórt ynski um, at tað verður Simon von Konoy, sum fer at taka okkum øll á bóli, sigur Bárður Dal Christiansen.

 

– Annars eri eg mest spentur uppá RSP, sigur Bárður.

 

Í dag eri eg mest spentur uppá Marius Ziska, Byrta og serliga spentur uppá When Saints Go Machine. Og sjálvandi 200 seinni, sigur Jón Hammer.

 

##med2## 

 

Heiðrik á Heygum og Lena Nicolajsen eru akkurát komin til Syrðugøtu, og tey hava eisini ymiskt, sum tey síggja fram til í kvøld.

 

– Eg fari at lurta eftir Byrta, Brimheim og When Saints Go Machine, sigur Lena Nicolajsen.

 

– Eg gleði meg mest til Byrta og Brimheim. Altso Byrta hava ikki spælt í fleiri ár, og nú koma tey aftur. Tað verður gott, sigur Heiðrik á Heygum.

 

Jón Hammer og Bárður Dal Christiansen

Heiðrik á Heygum og Lena Nicolajsen