Kvinnudags-framsýning í Gallarí Havnará

Á kvinnudegnum 8. mars skipar Gallarí Havnará aftur fyri árligu Kvinnudags framsýningini.

Gallaríið lat upp tíðliga í fjør, og gjørdu beinanvegin av, at á 8. mars skuldu kvinnulist setast í fokus.

 

Aftur í ár er talan um eitt bland av nýggjum og royndum listakvinnum Jana Johansdóttir, Silja Eystberg, Helena Dam og Rannvá Holm Mortensen hava hvør í sær sítt egna sterka listarliga úttrykk. 

 

Framsýningin letur upp 8, mars kl. l 17.00, og er opin 16.00-18.00 fram til 12. mars. 

 

Til ferniseringina fer Armgarð Arge at halda røðu, Ránnva Holm Mortensen fer at lesa egnar yrkingar og Marius Ziska syngur nøkur løg.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Gallarí Havnará er framsýningarhølið, ið heldur til á niðastu hædd í søguligu húsunum har Tórs Cafeteria húsaðist.

 

Millum plantasjuna og Sjónleikarhúsið og mitt í áartutlinum er hetta lítla gallaríið ein lítil listarlid perla í Havn. Komandi tíðina fara skiftandi framsýningar at prýða veggirnar á gallarínum.

 

Tað eru hjúnini Bogi og Jóhanna Andreasen, ið eiga og reka gallaríið.