TB og ÍF bjarga ólavsøkufótbóltinum í ár.
Í morgin, ólavsøkudag klokkan 17 spæla TB og ÍF dyst í 16. umfarinum í Betrideildini á tjóðarvøllinum Tórsvølli. Tekniskt er talan um ein heimadyst hjá TB.
Áskoðararnir sleppa undir tak, so tað er eingin grund til at halda seg aftur at fara at hyggja eftir einum væntandi sera spennandi dysti.
TB er nummar seks í deildini við 15 stigum og ÍF er aftast í deildini við níggju stigum.
Átta altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og tað liggur í kortunum, at tað verður talan um ein javnan dyst. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt sindur til ein TB-sigur.
Oddsini upp á ein sigur til TB liggja millum 2,03 og 2,24.
Oddsini upp á ein sigur til ÍF liggja millum 2,67 og 2,94.
Oddsini upp á javnleik, ið gagnar TB frægari enn ÍF sum stigatalvan sær út liggja millum 3,30 og 3,55.
HER eru oddsini:
##med2##












