Sands eplir

Í góðveðrinum farna vikuskifti var hugaligt at síggja, hvussu Føroya størstu eplaveltur – tær Heiman Á Sandi – nú næla.

Tey settu niður seinast í mai mánaði slakan mánað seinni enn siðvenja var áður. Várið í ár var aftur sera kalt, og tey siga, at verður sett niður ov tíðliga og í kulda kemur sera nógv ókrút í velturnar.

 

Verður nú gróður og vøkstur verður allarhelst tikið upp hálvan september.

 

Óvist er um vælumtókti Eplafestivalurin verður aftur til heystar, tey eru mong sum sakna hann.

 

Upprunaliga tankin við Eplafestivalinum var at seta fokus á Sandseplini sum metast milum tey bestu her á landi og við íblástri úr Samsø har tey siga seg hava bestu eplir i Danmark, Samsingar gera nógv burturur teimum fyrstu eplunum og sum eisini fáa ein sera góðan marknaðarprís.

 

Tá tey fyrstu eplini av Sandi koma til heystar er ætlanin at gera  burturúr søluni í Vágsbotni og Áarstova fer at hava tey á matskránni.

 

Til kunnleika velta vit í Føroyum sløk 800 tons av eplum meðan vit innflyta eini 5.000 tons av eplum !

 

 

 

Johan Mortensen