Áki og EHV Aue endaðu kappingarárið við javnleiki

EHV Aue endaði næstaftast í aðru bundesligu

Eitt langt og drúgt kappingarár er komið at enda hjá Áka Egilsnes við EHV Aue í aðru bundesligu í Týsklandi.

 

EHV Aue endaði í dag kappingarárið við at spæla javnleik 26-26 móti Dessauer á útivølli. 

 

Í steðginum var EHV Aue á odda 15-13. Og eitt skiftið í seinna hálvleiki vóru Áki og liðfelagarnir á odda 19-14 og 21-17, men heimaliðið var omaná seinastu løtuna, og megnaði at knógva ein javnleik heim.

 

EHV Aue, ið flytur niður í triðbestu deildina endaði næstaftast í deildini við 26 stigum í 38 dystum. Fýra stig eru upp til næstaftasta plássið, ið hevði givið eitt nýtt kappingarár í deildini.

 

Áki skoraði trý mál í dag. Samanlagt skoraði Áki 52 mál í kappingini. Haraftrat legði Áki upp til 43 mál. Tað gekk ikki so væl við málskjótingini hjá Áka í byrjanini av kappingini, men seinastu mánaðarnir hevur gingið rættiliga væl hjá Áka at skjóta mál fyri EHV Aue.