hugdi at talinum og upp á Jens og segði: “Eg bað teg skriva p-talið”, og rætti honum pappírið aftur. Jens skrivaði skálkaliga somu tøl aftur á pappírið og gav henni tað. Hon hugdi so tvær ferðir at tølunum [...] sín aldur. Hann hevur eisini humor og er sera skemtingarsamur. Tí er tað bæði stimbrandi og stuttligt at vera saman við honum, sigur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, sum var í Íslandi herfyri. Ofta hevur [...] kristiliga arbeiðinum har, sigur Torleif Johannesen. Jens Pétursson er føddur í 1922 og kom til Íslands at arbeiða undir seinna heimsbardaga. Hóast konan Maja, var úr Hovi, so búsettust tey í Íslandi eftir
staðfestir samstundis, at talið á teimum, sum verða tikin, hevur beinleiðis samband við, hvussu nógv løgreglan ger við at kanna ferðsluna. - Hesi seinastu árini hava vit raðfest arbeiðið at kanna ferðsluna rættiliga [...] Hann sigur, at tølini skulu tískil ikki skiljast soleiðis, at føroyingar eru farnir at koyra villari enn teir plagdu. Gongur rætta vegin Samstundis sum nógv fleiri bilførarar verða tiknir fyri at koyra ov [...] Annars vóru tað 249 bilførarar, sum fingu bót í fjør fyri at koyra ov skjótt. Tað merkir, at teir koyrdu skjótari enn loyvt er, men ikki so skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið, ella mistu koyrikortið
prestur, men fór burtur fyri at forvinna nakað av peningi. Teir fóru niður at selja fiskin, men rendu á land í illveðri. Veðrið var so ringt, at tað slapst ikki til at bjarga teimum, og allir menninir umkomust [...] Trina fór niður uppá at vera barnagenta. Hetta var jú sera spennandi, eisini tað at búgva á einum hotelli mitt í býnum. Trina plagdi at fara túr við børnunum í býin. Her lá væl fyri at fara í Tivoli, men [...] Krossteig, Óli hjá Óla kallaður, og teir vóru systkinabørn. Nú mátti Trina eisini at fara út at arbeiða. Hon fór til Havnar at vera í húsi hjá eini abbasystir, sum var gift við Hans í Funningsstovu. Hon búði
hevur í fleiri ár roynt at førleikamenna seg til at kunna vera við í oljumenningini og har eisini at kunna vera við í arbeiði í eitt nú Noregi. Hvussu stóran týdning hevur tað, at føroysk virki samstarva [...] týdningarmikið at fáa samvinnu í lag millum ídnað og lærdar háskúlar fyri at útbúgva fólk. -Meinar tú harvið, at hóast eingin í dag veit við vissu, um tað verður nakað oljuævintýr her, so er tað rætt at útbúgva [...] gjørligt fyri at kunna vera kappingarførir. Og tá hevur tað nógv at siga at vera frammaliga á tøkniliga økinum. Tí vit, og eisini Føroyar so við og við, gerast eitt háprísland. Tað hevur tí týdning, at vit ikki
er tað løgi, at hesir somu menn nú eru so ovurfegnir um, at forsætismálaráðharrin lovar teimum at yvirtaka eftir heimastýrislógini. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er einki nýtt í tí, at vit kunnu yvirtaka [...] Danmark var at finna »i den ulykkelige banksag?«, sum undanfarna stjórnin handfór so illa. Um hetta sigur Jónnes Eidesgaard, at er fyri so vítt rætt. ? Men vit eiga tó eisini at hava í huga ?· fyri at tað søguliga [...] Tí heldur Jóannes Eidesgaard, at tað tykist, sum um hann roynir at turka alla skuldina upp á fyrrverandi stjórnina, og at tað bara er partvíst rætt. ? Eisini er vert at hava í huga orðini, sum Anders
feløgini, sum vórðu sinnað at fara undir leiting við Føroyar. Hon nevndi eisini, at Aberdeen fór at gera sítt til, at ein komandi flutningsleið millum báðar býirnar aftur fór at gerast veruleiki. Eisini [...] íløgum og at hjálpa hesum ætlanum at fáa fótafesti á marknaðinum hjá hvørjum øðrum - at stuðla og menna samskifti innan okkara fíggjarheim og fyrisiting bæði heima og á uttanlanda marknaðum - at seta á stovn [...] teir hava skilt, at flestu av oljufeløgunum ætla at stovnseta skrivstovur í Havn. Tað hevur tí týdning longu nú at gera neyðugu fyrireikingarnar. Hann dylur heldur ikki fyri, at tað er eitt ynski hjá Tórshavnar
tá byggiharrin gavst at arbeiða, greiðir Marin Katrina Frýdal frá. Onkur greiddi eisini frá, at tey høvdu ætlað at fara at planta á fríøkini og gera tey hugnalig, men av tí, at byggiharrin bert hevði [...] cm av mold omaná, bar ikki til at fáa nakað at vaksa. Og tað er rættiliga harmiligt. ? Hinvegin søgdu tey øll eisini, hvussu deiligt tað var at búgva har uppi, og hvussu glað tey vóru fyri tað, staðfestir [...] sigur hon. Hon sigur, at býráðið hevur ætlanir um at hava kunnandi fundir við øll eigarafeløgini í býnum, umframt eisini at fara út til onnur eigarafeløg fyri at hoyra, hvussu tey trívast. ? Hetta var
Kroystu okkum at góðtaka ? Aðalstjórin og løgmálaráðharrin Bjørn Westh vissaðu okkum um, hvussu góð og hvussu óvildug hendan kanning fór at vera. Teir gjørdu okkum eisini púra greitt, at tóku vit ikki [...] varð almannakunngjørd í Dimmalætting leygardagin. Kanningin vísir, at Sambandsflokkurin megnar framvegis at vera størsti flokkur, men at Tjóðveldisflokkurin gongur nógv fram, og verður nærum eins stórur [...] myndin uttan iva at broytast nakað, heldur hann. Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at ein tílík veljarakanning kann verða merkt av viðurskiftunum við Danmark. Tá er tað nátúrligt, at hon vísir eina p
tonkti, at hetta fór at enda heilt galið. Eg helt, tað vera best at fara undir at gjalda lánið aftur. Og síðani tá havi eg goldið 3000 krónur hvønn mánað, og um eini trý ár veri eg liðugur at gjalda lánið [...] Føstufressum nú 10 ár eftir, at hon kom út? ? Nú fløgan varð vald at verða tann besta, setti eg meg at lurta eftir henni. Tað ganga ofta ár ímillum, at eg hoyri hana, men nú helt eg, at eg mátti lurta eftir henni [...] sær, at sølan gekk illa í longri tíð. Fólk komu til konsertina uttan at kenna tónleikin, og tað upplivilsið var ivaleyst so stórt, at tónleikurin á sjálvari fløguni ikki stóð mát. Nógv søgdu í hvussu er
vóru at hóma. Kent andlit Um at vera kendur sigur Tróndur: ? Eg eri ikki kendur. Bruce Willis er kendur. Í Føroyum er man bara almennur persónur. Einasta broytingin er, at børn kunnu finna uppá at rópa [...] ógvuliga nattúrligt at gera sjónvarp, og eg elski tað stutt sagt. Mær nýtist ikki at liva meg inn í ein leiklut, tá eg standi frammanfyri upptøkutólinum. Man skal kenna seg væl á skermi fyri at gera sjónvarp [...] tá hann verður spurdur, hvussu hansara yrkisleið innan fjølmiðlaheimin byrjaði. Atlantic Radio fekk tó ein bráðan enda, men so vóru boð eftir Tróndi í SvF, sum vildi hava hann at standa fyri Prix Føroyar