Í fjør vórðu heili 974 bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Tað vísir ein uppgerð, løgreglan hevur gjørt um ferðsluna í Føroyum.
Hetta er nógv meiri enn árini frammanundan.
Uppgerðin hjá løgregluni vísir, at í 2011 vórðu 610 bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt og í 2010 var talið 389 bilførarar.
Í 2009 vórðu 637 bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt og í 2008 var talið 412 bilførarar.
Hetta eru bilførarar, sum løgreglan hevur tikið og skuldsett fyri at koyra ov skjótt.
15 koyrikort
Av teimum 974 ferðsyndarunum, sum vórðu tiknir í fjør, fingu 499 bilførarar klipp í koyrikortið og 211 mistu koyrikortið treytað. Tað merkir, at teir skulu upp til nýggja koyriroynd.
Men so vóru tað eini 15 bilførarar, sum mistu koyrikortið.
Annars vóru tað 249 bilførarar, sum fingu bót í fjør fyri at koyra ov skjótt.
Tað merkir, at teir koyrdu skjótari enn loyvt er, men ikki so skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið, ella mistu koyrikortið.
Tann sum koyrir persónbil 21 km/t til 30 km/t skjótari enn loyvt fer, fær klipp í koyrikortið, men tann, sum koyrir meiri enn 31 km/t til 50 km/t skjótari enn loyvt er, missa koyrikortið treytað.
Bilførarar í lastbili ella størri bussum, skulu bara koyra 16 km/t skjótari enn loyvt er, fyri at fáa klipp í kortið.
Tann, sum koyrir skjótari enn 51 km/t meiri enn loyvt er, missur koyrikortið.
Karl Leonson, ferðslupolitistur, staðfestir, at tølini eru tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv verða tikin ár um ár.
Men hann staðfestir samstundis, at talið á teimum, sum verða tikin, hevur beinleiðis samband við, hvussu nógv løgreglan ger við at kanna ferðsluna.
- Hesi seinastu árini hava vit raðfest arbeiðið at kanna ferðsluna rættiliga ovaliga og tað sæst aftur í tølunum, sigur politisturin.
Hann sigur, at tølini skulu tískil ikki skiljast soleiðis, at føroyingar eru farnir at koyra villari enn teir plagdu.
Gongur rætta vegin
Samstundis sum nógv fleiri bilførarar verða tiknir fyri at koyra ov skjótt, eru tað nógv onnur ferðslubrot, har tølini ganga tann rætta vegin, ella í hvussu so vaksa tey ikki.
Í fjør vóru annars 742 ferðsluóhapp fráboðað løgregluni og tað er væl minni enn árini frammanundan.
Sama gongdin er viðvíkjandi øðrum ferðslubrotum, tí talið á teimum, sum eru tikin fyri at koyra ávirkað av rúsdrekka, rúsevnum ella heilivági, stendur í stað, ella er minkað eitt sindur.
Samstundis er talið á ferðslóhappum við fólkaskaða eisini munandi fallið seinastu árini.
Í 2008 vóru 83 ferðsluóhapp við fólkaskaða, men er støðugt minkað og í fjør var talið komið niður á 38 fólk, sum fingu skaða í ferðsluóhappum.
Hvørt ár eru tað eisini onkrir einstakir bilførarar, sum elva til ferðsluóhapp, og sum rýma av staðnum, men sum verða tiknir aftur aftaná.
Hinvegin doyðu trý fólk í ferðsluni í fjør. Tað talið hevur verið støðugt lækkandi, tó at tey broytast frá ári til ár og vit skulu ikki longur aftur enn til 2007, tá ið sjey fólk doyðu í ferðsluni.
LES EISINI GREININA:Vilja hava hægri bót
LES EISINI GREININA:Sæst aftur beinanvegin
LES EISINI GREININA:Vit skulu røkka
null-hugsjónini í ár