? Byggiharrarnir hava ov stórt vald

? Vit fingu eina greiða fatan av fyrimunum og vansum á økinum, sigur Marin Katrina Frýdal, formaður í teknisku nevnd, eftir túrin á Løgmannabreyt mikudagin

Eitt av tí, sum nýggja býráðssamgongan stakk sær út í kortið, beint eftir valið, var at fara út og vitja eigarafeløg runt um í Havnini. Og mikudagin var sjøtil settur á tað arbeiðið.
Býráðið, bæði politikarar og umsiting, vóru nevniliga uppi á Løgmannabreyt og tosaðu við fýra eigarafeløg mikudagin. ? Tað gjørdi avgjørt eitt stórt inntrykk á okkum, sigur Marin Katrina Frýdal, formaður í teknisku nevnd.

Nógv at fýlast á
? Havnin er voksin við fúkandi ferð seinastu tíðina. Fólk byggja og byggja, men ofta hoyra vit á býráðnum aftaná um ymiskt, sum ikki er nóg gott. Vit gjørdu tí av at fara út og práta við fólkini, og hyggja at umstøðunum sjálvi, greiðir Marin Katrina Frýdal frá.
Bæði politikarar og umsitingin vóru við á ferðini, og íalt vóru tað eini 12 fólk frá býráðnum, ið fóru við á kunningarferðina.
? Tað, sum vit sóu, var, at byggingin ofta er framd í ein »højen hast«. Ofta er tað ikki nóg væl gjørt, tí nógv er forsømt. Tað kann tykjast, sum at byggiharrarnir hava ov stórt vald, staðfestir Marin Katrina Frýdal, eftir túrin mikudagin.
Hon sigur, at tað ofta gongur út yvir trivnaðin á økinum, tá tað eru ov nógv ting at fýlast á.
Býráðið valdi at byrja á Løgmannabreyt, tí har eru nýggjastu eigarafeløgini. Fýra eigarafeløg greiddu frá og vístu á tað, sum tey hildu vera fyrimunir og vansar við at búgva júst í teirra øki.
? Eg haldi, at tey vóru sera glað fyri, at vit komu niðan. Og tað var eisini ein sera gevandi túrur, greiðir Marin Katrina Frýdal frá og heldur fram ? Í okkara dagliga arbeiði á býráðnum sita vit jú mangan og taka avgerðir út frá kortum og pappírum. Men tað er jú nakað heilt annað at koma út á økið, spáka runt, tosa við fólkini og veruliga síggja alt við egnum eygum, sigur Marin Katrina Frýdal.

Býráðið fær einki gjørt
Spurd um tað var nakað serligt, sum eigarafeløgini vístu á, svarar Marin Katrina, at tað var nógv.
? Tey vístu okkum á kloakk-lukt, illa frágingin fríøki, vantandi ljós á gonguteigum, ótryggleika hjá børnunum í ferðsluni, vantandi parkeringspláss og tilvildarliga parkering og mangt annað. Nógv grundleggjandi ting, sum bert vórðu slept í hálvum gekki, tá byggiharrin gavst at arbeiða, greiðir Marin Katrina Frýdal frá.
Onkur greiddi eisini frá, at tey høvdu ætlað at fara at planta á fríøkini og gera tey hugnalig, men av tí, at byggiharrin bert hevði lagt 10 cm av mold omaná, bar ikki til at fáa nakað at vaksa. Og tað er rættiliga harmiligt.
? Hinvegin søgdu tey øll eisini, hvussu deiligt tað var at búgva har uppi, og hvussu glað tey vóru fyri tað, staðfestir Marin Katrina.
Spurd um býráðið fer at gera nakað fyri at rætta brekini, svarar Marin Katrina, at tað kann hon ikki lova.
? Nógv av brekunum eru jú ikki ábyrgdin hjá kommununi, men hjá byggiharranum. Men hesin túrurin hevur avgjørt gjørt eitt stórt indtrykk á okkum, og vit hava víðkað sjónarringin, sum vit ætlaðu undan túrinum, sigur hon.
Hon sigur, at býráðið hevur ætlanir um at hava kunnandi fundir við øll eigarafeløgini í býnum, umframt eisini at fara út til onnur eigarafeløg fyri at hoyra, hvussu tey trívast.
? Hetta var ein sera gevandi túrur, bæði fyri okkum og eg haldi eisini at tey vóru vælnøgd. Onkur skeyt, og spurdi hvat feilti okkum, tí val verður jú ikki aftur fyrr enn um hálvtfjórða ár. Men ætlanin var at kunna okkum um økið og práta við fólkini, og vit fingu avgjørt tað burturúr, sum vit ætlaðu, sigur Marin Katrina Frýdal at enda.