kann eg ikki siga nakað um í verandi løtu. Støðan er ávarslig, men tað eru stórir framtíðarmøguleikar í fyritøkuni, og vit fara nú at hyggja at ymsum modellum, so lønsemi aftur kann skapast í fyritøkuna [...] og broytingar eru alneyðugar, men leiðslan í Faroe Seafood hevur okkara fulla stuðul, sigur nýggi nevndarformaðurin Tað bar ikki til at fáa orðið á stjóran í Faroe Seafood, Meinhard Jacobsen, tá nývaldi [...] á eykaaðalfundin, sum endaði fyri einum tíma síðani. Men eftir øllum at døma situr stjórin tryggur í sessinum. Spurdur um ætlanir eisini at skifta leiðsluna út, nú øll nevndin hevur fingið durafjórðingin
lurtarunum. Í tann mun at tíðin røkkur, verða hesi boð lisin upp í sendingini. Og bestu SMS’ini verða eisini prentað í mánadagsútgávuni av Sosialinum. »Hi hi sníkti meg allìkavæl ùt à Svangaskarð í gjár sjálvt [...] KÍ 2009, verður tað at spæla seg uppaftur í Formula-deildina« »KÍ má fara at renna niðan á Stakkin, teir orkaðu ikki at fylgja við HB!« «Heri góði, tað kann ikki bera til, at EB/S gevur tað vekk tveir dystir
Føroyar hava í kvøld tapt EM undankappingardyst í Kaunas ímóti Litava 2-1. Føroyska málið skoraði Rógvi Jacobsen við síðsta sparkinum í dystinum, tá ið hann eitt sindur úr høgru hegnisliga lyfti bóltin [...] málverjan og umvegis handara stólpan og í málið. Fyrra málið hjá heimaliðnum skoraði Edgaras Jankauskas í 8. minutti, og seinna málið skoraði Tomas Danilevicius í 52. minutti. Føroyska liðið var meiri [...] fimm hornaspørk og Litava einki. Meiri lív var í 1. hálvleiki, tá ið Christian Lamhauge Holst og Rógvi Jacobsen høvdu góðar møguleikar. Men Føroyar høvdu ikki marginalirnar á sínari síðu, og tá ið Litava
Men Kári Svensson reypar ikki, tá ið hann fortelur, at hann hevur fingið størsta laks, tey vita um yvirhøvur, er fiskaður á Leynavatni. Hann hevur verið íðin stuttleikafiskari í mong ár og ivaleyst hevur [...] seg yvir og varð drigið upp á turt. Ein tanki var at varðveita laksin sum eitt minni, men hann veit ikki um nakran her um okkara leiðir, sum fæst við slíkt. So ístaðin fer hann til eitt meiri praktiskt endamál:
sveiggj í fólkatalinum. Ikki mest við árslok Hyggja vit nærri at gongdini seinastu árini, sæst at fólkatalið síðani 2004 hevur sett árlig met í august mánaði. Hetta er eitt nýtt fyribrigdi, sum ikki hevur [...] vísir, at fyrsta august í ár búðu 48.584 fólk í Føroyum. Men væntað verður, at fólkatalið fer at minka aftur út á heystið, tá nógv fráflyting vanliga er 1. august búðu 48.584 fólk í Føroyum. Hetta vísir ein [...] áður. Øll árini við fólkavøkstri hevur fólkatalsmetið altíð verið við árslok. Hóast fólkatalið í 2003 var stórt í august og minkaði út á heystið, so var talið við árslok kortini komið upp um augusttalið.
landsvegin uppi á Brekkum. Sum støðan er nú, verður tí ikki brúk fyri fyri íbindingini í Víkavegin, sum upprunaliga ætlað. -Fyri at hetta málið ikki skal koma óvart á nakran av pørtunum, hevur kommunan kunnað [...] tunnilsvegurin bundin í kommunala vegin á vegamótinum út á Vík. Tað er gjørt sambært sáttmála millum P/f Norðoyatunnilin og Leirvíkar kommunu. Hesin sáttmáli fer úr gildi tann 31. desember í ár, og sambært [...] røkist einki fyri einari varðandi loysn av vegaføringini. Myndugleikarnir nokta at gera íbinding í Víkavegin í samband við vegin gjøgnum bygdina. Og higartil hava hvørki landsstýri ella løgting gingið áheitanini
Í februarmánaði varð nýggjar íslendskur aðalkonsul tilnevndur, og var tað fyrrverandi altingslimurin, Eiður Guðnason. Hann kom úr starvi sum sendimaður í Íslands í Kina. Sjálvur segði hann, tá hann tók [...] Sum ein liður í hesum er bilurin, sum hoyrir til íslendsku sendistovuna skrásettur sum diplomatbilur. Men av tí at hetta var fyrstu ferð í søguni, at ein diplomatbilur skuldi skrásetast í Føroyum, so átti [...] men kann ikki rættarfylgja diplomatinum. Sambært Winersáttmálanum, so sleppa diplomatar undan toll-, skatta- og avgjaldsskyldu, tó við onkrum undantøkum. Í veruleikanum er íslendska sendistovan í Føroyum
fyri starvinum í EB/Streymi, valdu partarnir ikki at almannakunngera tíðindini beinanvegin, men heldur at bíða til kappingin var av, sigur FS Vágar. Jan Dam hevur verið venjari hjá FS Vágum í hesum kappi [...] men tá ið tað gjørdist greitt, at hann ikki helt fram, fór FS Vágar at leita eftir nýggjum venjara. Piotr kom til Føroya at leika við B71 seinast í 80-unum. Í nítiárunum gjørdist hann fyrst leikandi venjari [...] gina fyrr í ár. - Sáttmálin, sum varð undirskrivaður 10. oktober er við FS Vágar, men avtalað er, at verður nýggja felagið í Vágum til nakað, verður sáttmálin fluttir yvir higar. Talan er í fyrstu syftu
framsýning hjá listamálaranum Torbjørn Olsen í Galerie Focus í morgin Kenslur í litum Føroyski listamaðurin, ið er serliga kendur fyri sínar litsterku myndir, er ikki vorðin spakari við árunum. Heldur øvut. [...] myndevnið í bakgrundina, meðan kensluligu tulkingarnar av tí taka yvir og fáa sítt egna lív og útrykk í sterkum litum. Sigandi andlitsmyndir Torbjørn Olsen er uttan iva tann føroyski málarin í nýggjari [...] gjørt mest burtur úr andlitsmyndum. Fyri Torbjørn er tað eitt krav, at ein andlitsmynd líkist, men ikki bert í útsjónd. Ein góð andlitsmynd skal eisini endurspegla sinnalag, verumáta og annað, ið eyðkennir
sigur eitt nú, at har leiðslan í postverkinum ikki hevði rætt at seta ávís størv, hava tey broytt hetta, so leiðslan lættari nú fær sett fólk í starv. Sum heild eru tey í Vinnuhúsinum eisini væl nøgd við [...] skrivaðu kl 10 í morgun undir nýggjan sáttmála fyri starvsfólkini hjá Postverki Føroya, sum fáa 5,7 prosent í lønarhækking og 2 prosent oman á eftirlønina Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum [...] Føroya hækkar við 5,7 prosentum frá 1. oktober í fjør at rokna, meðan eftirlønin hækkar tvey prosent frá 1. januar í ár. Sáttmálaskeiðið gongur til 1. januar í 2010. Føroya Arbeiðsgevarafelag er eisini nøgt