- Vit hava gjaldføristrupulleikar, og broytingar eru alneyðugar, men leiðslan í Faroe Seafood hevur okkara fulla stuðul, sigur nýggi nevndarformaðurin Tað bar ikki til at fáa orðið á stjóran í Faroe Seafood, Meinhard Jacobsen, tá nývaldi nevndarformaðrin, Richard Mortensen, kom út aftan á eykaaðalfundin, sum endaði fyri einum tíma síðani. Men eftir øllum at døma situr stjórin tryggur í sessinum.
Spurdur um ætlanir eisini at skifta leiðsluna út, nú øll nevndin hevur fingið durafjórðingin, sigur nýggi nevndarformaðurin.
- Leiðslan hevur okkara fulla stuðul. Nýggja nevndin er sett fyri venda gongdini, og tað er hetta arbeiðið, vit skulu í gongd við nú. Og her fara vit sjálvandi bæði at hyggja at bæði inntøku- og útreiðslusíðuni, sigur Richard Mortensen.
Spurdur um hetta merkir, at virkir hjá Faroe Seafood úti um landið koma at verða stongd, sigur nývaldi nevndarformaðurin:
- Tað kann eg ikki siga nakað um í verandi løtu. Støðan er ávarslig, men tað eru stórir framtíðarmøguleikar í fyritøkuni, og vit fara nú at hyggja at ymsum modellum, so lønsemi aftur kann skapast í fyritøkuna. Vit fara sjálvandi at kann allar møguleikar fyri at venda gongdini, sigur Richard Mortensen.