Eiður Guðnason fær fyrsta diplomatbilin í Føroyum

Tann fyrsti diplomatbilurin í Føroyum nakrantíð er skrásettur, og hann fær fyrstu føroysku bláu nummarpláturnar í morgin

Í februarmánaði varð nýggjar íslendskur aðalkonsul tilnevndur, og var tað fyrrverandi altingslimurin, Eiður Guðnason. Hann kom úr starvi sum sendimaður í Íslands í Kina. Sjálvur segði hann, tá hann tók við starvinum, at hann kom úr tí størsta landinum til tað besta landið.

 

Hóast Eiður Guðnason ber heitið ”aðalkonsul”, so hevur hann kortini diplomatstatus. Tað merkir, at hann verður vardur av immuniteti sambært ”Wienerkonventiónini frá 24. april 1963 om konsulære forbindelser”.

 

Sum ein liður í hesum er bilurin, sum hoyrir til íslendsku sendistovuna skrásettur sum diplomatbilur. Men av tí at hetta var fyrstu ferð í søguni, at ein diplomatbilur skuldi skrásetast í Føroyum, so átti Akstovan ongar bláar nummarplátur, sum diplomatbilar eiga at hava. Men nú eru nummarpláturnar fingnar til vega, og í morgin fær bilurin hjá íslendsku sendistovuni nýggju pláturnar á bilin.

 

Og tað merkir ikki heilt einki, tá ein bilur hevur bláar nummarplátur. Tí tá er hann vardur av immuniteti. Løgreglan kann sjálvandi steðga bilinum, um hann fremur brot at ferðslulógina, men kann ikki rættarfylgja diplomatinum.

 

Sambært Winersáttmálanum, so sleppa diplomatar undan toll-, skatta- og avgjaldsskyldu, tó við onkrum undantøkum. Í veruleikanum er íslendska sendistovan í Føroyum at rokna sum ein partur av íslandi.