Ein fyribils uppgerð vísir, at fyrsta august í ár búðu 48.584 fólk í Føroyum. Men væntað verður, at fólkatalið fer at minka aftur út á heystið, tá nógv fráflyting vanliga er 1. august búðu 48.584 fólk í Føroyum. Hetta vísir ein fyribils uppgerð hjá Hagstovu Føroya. Hóast vøksturin í fólkatalinum seinastu árini er mestsum steðgaður, eru kortini 128 fleiri enn fyri einum ári síðani.
Av Hagstovuni verður sagt, at verður gongdin sum seinastu trý árini, kunnu vit vænta at fólkatalið fer at minka aftur út á heystið, tá nógv fráflyting vanliga er. Flytingin hevur altíð ávirkað fólkatalið nógv, men serliga aftan á 2004, tá heimafturflytingin var av, er tað árliga flytimynstrið farið at síggjast aftur sum sveiggj í fólkatalinum.
Ikki mest við árslok
Hyggja vit nærri at gongdini seinastu árini, sæst at fólkatalið síðani 2004 hevur sett árlig met í august mánaði. Hetta er eitt nýtt fyribrigdi, sum ikki hevur verið áður. Øll árini við fólkavøkstri hevur fólkatalsmetið altíð verið við árslok. Hóast fólkatalið í 2003 var stórt í august og minkaði út á heystið, so var talið við árslok kortini komið upp um augusttalið.









