Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaðu kl 10 í morgun undir nýggjan sáttmála fyri starvsfólkini hjá Postverki Føroya, sum fáa 5,7 prosent í lønarhækking og 2 prosent oman á eftirlønina
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum sigur við útvarpið, at hon er væl nøgd við nýggja sáttmálan. Hon viðgongur kortini, at tey ikki fingu tað, tey fóru eftir ? sum var ein lønarhækking í sáttmálaskeiðinum upp á 10 prosent.
- Virði á semjuni er kortini um 8,5 prosent, og tað eru vit væl nøgd við, sigur Selma Ellingsgaard.
Lønin hjá starvsfólkunum hjá Posteverki Føroya hækkar við 5,7 prosentum frá 1. oktober í fjør at rokna, meðan eftirlønin hækkar tvey prosent frá 1. januar í ár. Sáttmálaskeiðið gongur til 1. januar í 2010.
Føroya Arbeiðsgevarafelag er eisini nøgt við semjuna. Ester Dahl frá Vinnuhúsinum sigur við útvarpið, at tey hava eisini fingið broytt ymsar orðingar, har leiðslurætturin varð skerdur. Hon sigur eitt nú, at har leiðslan í postverkinum ikki hevði rætt at seta ávís størv, hava tey broytt hetta, so leiðslan lættari nú fær sett fólk í starv. Sum heild eru tey í Vinnuhúsinum eisini væl nøgd við semjuna.