Piotr fer í Vágarnar

Póllendingurin Piotr Krakowski skiftir frá EB/Streymi til FS Vágar at vera venjari

FS Vágar og Piotr Krakowski hava skrivað sáttmála sum ber í sær, pólendingurin skal standa fyri 1. liðnum hjá vágamonnum næsta kappingarár. Tað skrivar heimasíðan hjá FS Vágum.

- Sáttmálin varð undirskrivaður longu tann 10. oktober, men við virðing fyri starvinum í EB/Streymi, valdu partarnir ikki at almannakunngera tíðindini beinanvegin, men heldur at bíða til kappingin var av, sigur FS Vágar.

Jan Dam hevur verið venjari hjá FS Vágum í hesum kappingarárinum, men tá ið tað gjørdist greitt, at hann ikki helt fram, fór FS Vágar at leita eftir nýggjum venjara.

Piotr kom til Føroya at leika við B71 seinast í 80-unum. Í nítiárunum gjørdist hann fyrst leikandi venjari og síðani venjari burturav. Seinastu fimm árini hevur Piotr vant EB/Streym, og har vann hann steypakappingina fyrr í ár.

- Sáttmálin, sum varð undirskrivaður 10. oktober er við FS Vágar, men avtalað er, at verður nýggja felagið í Vágum til nakað, verður sáttmálin fluttir yvir higar. Talan er í fyrstu syftu um ein eitt ára sáttmála, men báðir partar vóna tó, at talan skal gerast um eitt drúgvari samstarv enn so, skrivar FS Vágar á heimasíðu sínari.