henni, tí tað Føroyar høvdu dugnalig samráðingarfólk, sum skiltu verulig føroysk áhugamál, so bar til at berja seg í gjøgnum, júst tí heimastýrislógin ikki beinleiðis forðaði, men kundi tulkast. Mangur [...] at fest niður á blað, tað sum Føroyar skulu sleppa ella ikki sleppa undir Heimastýrislógini. Hetta fingu teir ikki gjørt í 1946 -47 av politiskum grundum. Hvussu altráir danskir myndugleikar eru í hesum [...] sum Føroyar høvdu røkt higartil. Føroysku samráðingarfólkini søgdu tá undir allarringastu kreppu nei til at ganga hesa leið. Hvat er broytt í dag ?
virðilig fíggjarkor á ellisárum. Vit halda, at øll eiga rætt til eina virðiliga, samhaldsfasta pensjón, har øll rinda inn og øll fáa út – uttan mun til inntøku ella uppsparing, sigur Aksel V. Johannesen. Ein [...] við ein flokk, sum ynskir okkara hugsjón hagar piparið grør, sigur Aksel V. Johannesen. Les eisini: Fingu ein millióning afturat í Føroyum Hann vísir á, at ein stórur hugsjónarligur samanbrestur var ímillum [...] veteranunum í flokkinum, Johan Samuelsen, er samdur í, at Javnaðarflokkurin eigur at gera alt, sum til ber, fyri at útihýsa Fólkaflokkinum frá valdinum. Besta samgongan er ein samgonga ímillum ein sterkan
58.348 tonsunum, sum skipini avreiddu, vórðu 28.000 tons løgd upp í Føroyum, meðan útlendsk virkir fingu 30.300 tons. Sostatt var býtið, at 51,9 prosent av svartkjaftinum vórðu avreidd uttanlands og 48,1 [...] avreiðingarvirðinum. Tann føroyski parturin var 18,2 prosent. Seta við meðalprísin á svartkjaftinum til 1,50 krónur pr. kilo í fjør, avreiddu skipini svartkjaft fyri 87,5 milliónir krónur. Fyri tað, sum [...] prosent. Sum nevnt omanfyri avreiddu uppisjóvarskipini allan makrelin uttanlands. Seta vit meðalprísin til 8,50 krónur fyri kilo, avreiddu skipini makrel fyri 119,5 milliónir krónur í øðrum londum. Samanlagt
virkjunum, sum eru, og hon kundi verið brúkt til at skera laks til flak og annað. ? Tað eigur at bera til at fáa nyttu burturúr framleiðsluorkuni, sum er til avlops á føroysku virkjunum ? Í Noregi verður [...] tey ungu fara av landinum, mest til Danmarkar, at fáa sær eina útbúgving, sum er skræddaraseymað til donsk viðurskifti. ? Og tað er ikki vist, at tann útbúgvingin hóskar til føroysk viðurskifti. ? So fáa [...] fáa tey ikki eitt starv í Føroyum, sum hóskar til teirra útbúgving, blíva tey verandi uttanlands. ? Ella eisini koma tey heim til Føroyar í eitt alment starv. ?Og har meini eg, at tey fánað spakuliga burtur
Hugsað sær til - aftan á streymin av álitum í øllum ælabogans litum – skuldi løgtingið nú sjálvt biðja um ein sum best ber til politikk. Eitt landsstýrið, sum annars handfór allan sum best bar til politikk [...] sínum egna sjógvi. Eins og teir gjørdu tað í Afrika, so heldur EU seg eisini her eiga størri rættindi til landsins virði, enn fólkið har býr. Fyri borðendanum inni í tí flógva EU – felagsskapinum situr danska [...] ríkidømi. Við bíbilskari vissu verður sagt, at eitt ríkið, sum kemur í stríð við seg sjálvt, skal ganga til grundar. Hvussu her fer at verða, fáa vit at síggja, men sigast skal, at Danmark ikki av sínum eintingum
fer at elva til kapping. Okay, men tað fer sanniliga eisini at elva til øvund, smikran, baktalan, hatur og slíkt, sum verri er. Ein skipan við avriksløn fer á flestu arbeiðsplássum, at elva til mistrivnað [...] skrivað um uppskotið hjá akademikarunum um, at landið nú skal løna starvsfólki í mun til avrikið. Víst hevur verið til ymsar slavsíður við uppskotinum. M.a. at tað er torført at meta um avrik hjá t.d. pedagogum [...] í barnagarðinum skal fáa stig, gráta børnini lítið, ella í mun til, hvussu reyðir og veðurbardir kjálkarnir á børnunum eru, ella í mun til, hvussu kreativur hann er? Soleiðis kundi ein hildið á við at sett
Játtanin til brennioljustudning til pensjonistar er økt við yvir 4 mió.kr. Stuðulin til umsorgararbeiðið – í høvuðsheitum til mattænastu og dagtilhald – er meir enn tvífaldaður frá 3,1 mió.kr. í 2003 til 6,8 [...] fleiri teirra longu komu aftur og vórðu samtykt í vár (barnastuðul til stakar uppihaldarar, sambýli í Havn til sinnisveik, økisdepil í Vági til sinnisveik) og onnur koma aftur fyri tingið í heyst (leigulóg [...] uppá 6.000 kr fyri hvørt barnið árliga. Játtanin til brekaði børn er økt við 50%, úr 16 til 24 mió árliga, og harumframt eru komin nýggj stovnstilsboð til fjølbrekaði børn. Rúmligari arbeiðsmarknaður fyri
kundi javnleikurin saktans komið við heim, men tað bleiv til eitt tepurt tap á útivølli móti Aserbadjan. Føroyska liðið hevði broytt leikskipan til dagsins dyst. Við trimum miðverjum og vongbakkum var tað [...] vit sóu í dag, í mun til undanfarnu dystir. Eftir stórtapið í síðstu viku, tóktist tað, sum at ætlanin í dag var at lukka fyri og síðani at dúva uppá skjótálop. Hetta lukkaðist til fulnar í fyrra hálvleiki [...] hálvleiki. Aserbadjan kom ikki til teir stóru kjansirnar, uttan ta einu ferðina, tá ið Óluva Allansdóttir Joensen við fingrunum megnaði at føra bóltin á tvørtræið og verjan síðani fekk ruddað burtur. Føroysku
fólki til tíðina. Menn, ið hava siglt undir íslendskum flaggi, siga mær, at har avroknar reiðarin tveir dagar eftir avmynstring við 90% og restina ein mánað seinni. Slíkt kann mann finna seg í. Til stuttleika [...] teir 1,5 % í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað... Rætt skal vera rætt: Onkur hendinga reiðari avroknar til tíðina, men teir eru fáir. Tað er ikki óvanligt, at ísfiskamenn eiga 4-6 túrar niðurfyri, alt eftir [...] mánaðir og longur eftir avrokning, aftan á at teir eru heimkomnir. Tvs., at frá tí at menn fara avstað, til avrokning kemur, kunnu ganga fýra - fimm mánaðir. Hesa longu tíð livir sjómansfamiljan av forskoti
avsannar søgurnar. Tey siga, at síðani á nýggjárinum eru 2.423 fólk deyð áðrenn ein mánað eftir at tey fingu fyrru sproytuna fyri koronu og 1.992 fólk eru deyð eftir at tey áðrenn ein mánaði eftir tey høvdu [...] eini 22.500 fólk í Danmark. Men veruleikin er, at hesa tíðina eru nógv færri fólk deyð og ein orsøk til tað er, at eingin influensa hevur gingið hesa tíðina og tað er eitt úrslit av avmarkingunum og tilmælunum