Avrokning

Dan R. Petersen

Er ikki avroknað fyri ísfiskalast í seinasta lagi 14 dagar eftir søludag eigur manningin 1,5 % í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað, eftir at túrurin átti at verið avroknaður.
Eru langfaramenn ikki avroknaðir í seinasta lagi 30 dagar eftir søludag, eiga teir 1,5 % í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað...
Rætt skal vera rætt: Onkur hendinga reiðari avroknar til tíðina, men teir eru fáir. Tað er ikki óvanligt, at ísfiskamenn eiga 4-6 túrar niðurfyri, alt eftir hvørjum teir sigla hjá.
Summir langfaramenn bíða bæði tveir mánaðir og longur eftir avrokning, aftan á at teir eru heimkomnir. Tvs., at frá tí at menn fara avstað, til avrokning kemur, kunnu ganga fýra - fimm mánaðir.
Hesa longu tíð livir sjómansfamiljan av forskoti úr Lønjavningarstovuni.
Eingin hevur nakrantíð hoyrt um, at sjómenn hava fingið rentu fyri ov seina avrokning.
Hetta óskilið hevur tvær orsøkir:
1. Reiðarin hevur ikki virðing fyri sínum fólki, og
2. Formaðurin í F. F. hondhevjar ikki sín egna sáttmála.
Gud náði tann arbeiðsgevara á landi, ið ikki betalir sínum fólki til tíðina.
Menn, ið hava siglt undir íslendskum flaggi, siga mær, at har avroknar reiðarin tveir dagar eftir avmynstring við 90% og restina ein mánað seinni. Slíkt kann mann finna seg í.
Til stuttleika kann eg nevna, at einaferð fiskaði eg við donskum báti út frá Nexø á Bornholm.
Ein hálvan tíma eftir, at síðsti fiskakassin var landaður, fingu vit kekkin í hondina. Slíkt kann mann eisini finna seg í.
Nei, føroyskir reiðarar hava nógv at læra, tað er vist. Og her skal strammast upp.