Avmarkandi og niðurbindandi karmar

Kjartan Hoydal
????????
Í Tinghelluklunnuni leygardagin rakar mín góði vinur Thomas Arabo høvdið á seymin tá hann skrivar soleiðis:
"Atli Dam, sáli, plagdi mangan at siga at heimastýrislógin kundi tambast so nógv at hon rakk líka at loysingini. Hann var eisini óførur at tamba hana. Undir hansara leiðslu rukku vit fleiri mál á sjálvstýrisleið, sum í fyrstu atløgu sóu ómøgulig út. Best minnast vit nokk undirgrundaravtaluna, eitt ótal av fiskiveiðusátmálum, ræðisrætt á flogferðsluni og so framvegis."
Hetta er tað sum eg sjálvur havi hoyrt frá Atla, ferð eftir ferð. Hinvegin havi eg ongantíð hoyrt hann leggja dent á at fáa eina nýggja sjálvsstýrislóg. Hann var sjálvur besta dømið um, at tørvur var ikki á henni, tí tað Føroyar høvdu dugnalig samráðingarfólk, sum skiltu verulig føroysk áhugamál, so bar til at berja seg í gjøgnum, júst tí heimastýrislógin ikki beinleiðis forðaði, men kundi tulkast.
Mangur við mær má tí hava undrast á, hví núverandi samgonga hevur havt sovorðnan skund at gera júst tað sum forðar tamban, tá samgongan ikki ætlar sær at gera broytingar í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Danir hava altíð kunnað tambað og fara framhaldandi at gera tað tá teir hava tørv á tí.
Danskir umsitingarligir og politiskir myndugleikar hava altíð ynskt at fest niður á blað, tað sum Føroyar skulu sleppa ella ikki sleppa undir Heimastýrislógini. Hetta fingu teir ikki gjørt í 1946 -47 av politiskum grundum. Hvussu altráir danskir myndugleikar eru í hesum, sóu vit sí kanska greiðast mánaðarskifti januar - februar 1993, tá ein føroysk sendinevnd við Maritu Petersen, sálu, á odda fekk ein drúgvan lista frá donskum politikarum og embætisverki, sum skuldi avmarka møguleikum hjá føroyskum myndugleikum at føra sín egna politik á nógvum økjum, sum Føroyar høvdu røkt higartil. Føroysku samráðingarfólkini søgdu tá undir allarringastu kreppu nei til at ganga hesa leið. Hvat er broytt í dag ?