Tiltikin er hon, hin myrka náttin á tingi fyri sjey árum síðan, tá løgtingið slepti øllum vunnum rættindum á uttanríkispolitiska økinum.
Uppskot eru nú komin á tingborð um at rógva aftur á aftur og avtaka uttanríkispolitisku heimildarlógina, so sum hon so sniðfundugt varð skírd, og samstundis søkja um sjálvstøðugan limaskap í WTO.
Hetta er skilagóð tala, tí einki land stendur seg uttan loysing úr fjøtrandi bondum, og uttan sjálvstøðugt samband við onnur lond og altjóða felagsskapir.
Eingin ivi er um, at víðar ræsir úteftir og limaskapur í WTO eru týdningarmikil stig rætta vegin fyri at vinna okkum neyðugar sømdir og soleiðis skapa vøkstur. Men forðingarnar eru nógvar, og atsóknir kenna vit úr næstu grannalondum okkara.
Havið kring Grønland yður í kobba, men grønlendingar eru givnir at veiða hann, tí at EU í fleiri ár hevur forðað teimum í at sleppa av við úrdráttir úr kobba.
Havið kring Føroyar yður í makreli, og EU víðkar nú harðræðið sítt, soleiðis at føroyingar skulu gevast við at veiða sín egna fisk í sínum egna sjógvi.
Eins og teir gjørdu tað í Afrika, so heldur EU seg eisini her eiga størri rættindi til landsins virði, enn fólkið har býr.
Fyri borðendanum inni í tí flógva EU – felagsskapinum situr danska kongaríkið, umboðandi Jylland og øerne, og uttanfyri, úti í kuldanum, stendur Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne, ájavnt Italia í stødd, kjokkfult av øllum havsins fjøltáttaða ríkidømi.
Við bíbilskari vissu verður sagt, at eitt ríkið, sum kemur í stríð við seg sjálvt, skal ganga til grundar. Hvussu her fer at verða, fáa vit at síggja, men sigast skal, at Danmark ikki av sínum eintingum hevur sett "det fattige folk ud i Færø" uttanfyri.
Tað hava tey gjørt sjálvi hina fyrr nevndu myrku náttina, og skilið er tí hareftir.
Tað eru ikki bara tey hjálparleysu blokkstuðulssamfeløgini í Norðurhøvum, ið EU hevur bitið í hælsinarnar og síðan liggur og slotar eftir at gera av við.
Hesin felagsskapur hevur í áravís oyðdripið afrikansku fiskigrunnarnar, samstundis sum handilsligar forðingar eru settar móti innflutningi av fruktagóðu fløtunum úr sama heimsparti.
Men alt hevur sína tíð, og nú EU missir vald í Afrika, har Kina tekur um endan, vendir EU eygunum hendanvegin.
Makrelurin, sum er um at eta okkum á húsagang, skal ikki fiskast av okkum sjálvum, siga teir. Gera vit tað kortini, so koma teir eftir okkum, eins og teir gjørdu tað í Grønlandi og Afrika.
Fiskimenn hava í eitt longri áramál vitað um stórar nøgdir av makreli í føroyskum sjógvi, men hava mist hann av hondum av landsstýrisins ræðslu fyri EU. Heilt fram til 2010 hevur hetta kálvahjartað havt við sær, at vit ár um ár hava mist ovurstór virði úr egnum sjógvi.
Í 2009 skeyt Tjóðveldið upp fyri løgtinginum at krevja hægri kvotu av makreli, men tað varð afturvíst av ABC-flokkunum og serliga av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Tá Ísland so hækkaði sína makrelkvotu í 2010 úr 2.000 upp í 130.000 tons, og uttanlandsnevndin legði størri og størri trýst á landsstýrismannin, noyddist hann at seta fram føroyskt krav um økta makrelkvotu til føroyingar.
Tástani kom gongd á makrelmálið, og soleiðis hongur tann søgan saman.
Tíðin framman stavn er av alstórum týdningi, og umráðandi er, at føroyingar taka seg saman og vinna aftur tað, sum teir í reinum kleyvarskapi hava slept av hondum.
Her er nógv at koma eftir, og her er nógv at gera.
Uttanríkispolitiska heimildarlógin, ið ber misvísandi heitið av eini heimildarlóg, var eitt avreiðingarskjal, har "Færøerne for så vidt angår Danmark" vann sær ájavna styrki við hitt vatnrunnað kavablakið í helheimi.
Undir fullveldislandsstýrinum bygdu vit upp eitt uttanríkisráð, men hugsjónarleysu flokkarnir, ið komu aftaná, toldu tað ikki og tóku lívið av tí undir páskoti av, at teir vildu nakað annað.
Uttanríkisráðið, sum er mergurin, tyngdin, kraftin og frambrotið hjá øllum øðrum frælsum tjóðum, er ikki nakað fyri føroyingar, sigur landsstýrið, sum nú eisini er farið undir at avmontera sendistovur.
Fyri at spara pengar gevast teir við keypa bensin á bilin, og har standa vit so við ongari framdrift í bretska stórveldinum.
Áðrenn føroyska uttanríkisráðið fór heilt úr spónalagnum, settist dastið av føroyska embætisverkinum at kýta seg við Visjón 2015, sum kom út í grønari bók í 2007.
Tey, sum ikki sluppu á visjónsliðið, sótu djúphugsin og skrivaðu tað fjórða ES- álitið um handilsligu viðurskifti okkara úteftir.
Hetta seinasta - og annars sera skilagóða gula ES-álitið - kom fyrrárið (´10), men higartil hevur landsstýrið ikki so mikið sum lagt tað til orðaskiftis á tingi.
Gula álitið kom aftan á tað reyða (´98), sum kom aftan á tað bláa (´95), sum kom aftan á tað ljósareyða frá (´91).
Øll viðgjørdu tey viðurskifti okkara við EU, og øll komu tey við somu niðurstøðum um, at vit í handilsligum høpi úteftir vóru bundin á hond og fót inneftir – surraði niður og krógvaði undir bonkarlokunum í sokallaða danska ríkisfelagsskapinum.
Hóast vit hava fingið upp í ammur og kør av litføgrum lesnaði, um hvussu vit skulu fóta okkum úteftir, so situr landsstýrið okkara lamsligið og dugir ikki at fóta sær.
Hjálparloysið kom í hæddina eina ljósa løtu í fjør, tá A -liðið erpaði sær av einum fantomministara í uttanríkismálum. Hesin kvittaði við einum løgtingsuppskoti um, at tingið tók undir við, at landsstýrið gjørdi sum best í uttanríkismálum. (Løgtingsmál nr. 135/2010).
Hugsað sær til - aftan á streymin av álitum í øllum ælabogans litum – skuldi løgtingið nú sjálvt biðja um ein sum best ber til politikk.
Eitt landsstýrið, sum annars handfór allan sum best bar til politikk á meistarligan hátt, vildi nú hava tann blinda við Tinghúsvegin at leiða tann blinda í Nesinum.
At gera løgtingssamtyktir um at royna sítt besta, eftir at hava gjørt sítt versta, er ein sigandi mynd av, hvussu væl mistreystið kann spegla sær í máttloysi.
Hina myrku náttina á tingi, tá øll vunnin rættindi vóru avreidd, varð eisini samtykt, at føroyingar ikki á nakran hátt skuldu nærkast nøkrum altjóða samtaki, har Danmark var limur.
Eisini her fingu vit enn eina fepurbjarging av sokallaða ríkisfelagsskapinum fyri føroyska rokning, tí tá Danmark var limur allastaðni, sluppu vit jú ongastaðni.
Umframt sessin við borðendan í EU situr nú Danmark eisini inni í WTO og verjir borg móti føroyingum, sum ætla sær inn hagar eini lívsneyðug ørindi, samstundis sum teir í hjálparloysi sínum hava lóggivið sær ein sess uttanfyri.
Í staðin fyri at loysa og søkja sær egnar leiðir hava Føroyar soleiðis ferð eftir ferð bundið seg niður og forða fyri sambandi við heimin uttanfyri Danmark, og er hetta ein vanlukka í sjálvum sær.
Tað er tí í tøkum tíma, at løgtingið tekur seg um reiggj og fær skil á viðurskiftum okkara úteftir, har eitt ovurstórt ríkidømi bara liggur og bíðar eftir skilagóðum loysnum.