egnu verð og máli, og áðrenn eg veit av, stendur kongur undir liðini á mær. Og sum myndirnar vísa, so standi eg við einum pensli og vatndunki í hondini. Eg havi tað við at gloyma bæði tíð og stað, tá eg [...] okkum, er ein sera dámligur og fyrikomandi maður, og vísti hann stóran áhuga fyri bæði bátinum hjá Ívf Høgnesen bátasmíð og málninginum. – Vit fingu eitt gott prát og eina góða og stuttliga løtu saman. – Lidt [...] toyminum, sum var við til Euroskills í Herning. – Har var sera nógv fólk og vitjaði, og man fekk nógvar góðar samrøður, við bæði kend og ókend. Tað er altíð hugaligt, at áhugi er fyri arbeiðnum ið man ger.
vitan og royndum innan urgutónleik lagt stóra orku í, at organistar arbeiða saman og útbúgva seg, bæði við frálæru og tilhoyrandi teori. Gudmund hevur samstundis ment eina organistútbúgving, og hevur við [...] Tórshavnar musikkskúla og í Havnar kirkju, og hevur hann lagt ómetaliga nógvar arbeiðstímar og orku í hetta fakið, sum hann týðiliga hevur brent fyri øll hesi árini. Fyri nærlagni sítt, ídni og slóðbrótandi íkast [...] heilt ungur, sungið í Ebenezerkórinum og hevur stjórnað kenda kórinum í ein mansaldur. Hann hevur sum tónleikari og sangari ríkað um gerandisdagin hjá nógvum, og hevur hann áhaldandi havt alskin til tónleik
býarplanleggingina uppi í Hoyvík og fer at hava sera stóran týdning fyri bæði tað ítróttarliga og sosiala lívið í býarpartinum.?Projekteringin tekur upp til tveir mánaðir, og arbeiðið verður boðið út í innbodnari [...] týdning fyri alt ítróttarligt eins og sosialt lív í kommununi.?Tá hetta er gjørt – og havandi í huga, at Neistin fer undir at byggja høll í vesturbýnum, sum kommunan stuðlar við 7,25 mió. krónum – fara karmarnir [...] Fólkatalið í økinum – og serliga í Hoyvíkini – er sera nógv vaksið seinnu árini, og tí var alneyðugt at fáa eina høll upp at standa. Hetta hendi í 2002, tá Hoyvíkshøllin stóð liðug. ?Skjótt gjørdist tó
bleiv Norrøna umvæld og endurnýggjað. Skipið fekk 50 kømur afturat. Tey gomlu kømrini vórðu nútímansgjørd, og á ovasta dekki varð ein nýggj café gjørd. Ymist annað bleiv broytt og bøtt. Eitt nú fekk skipið [...] Leiðin millum Niðurlond og Noreg, ið farmaskipið Akranes røkir, varð løgd afturat. Akranes siglir hvørja viku millum Rotterdam í Niðurlondum og Tananger, Bergen, Tróndheim, Rørvik og Hitra í Noregi. – Fr [...] 2020 vísti eitt yvirskot á 7,8 milliónir. – Tað er munandi verri, enn mett varð frammanundan. Orsøkin til laka úrslitið er koronufarsóttin. Havandi hetta í huga eru nevnd og stjórn nøgd við úrslitið, sigur
Gongurólvur og Jarnbardur lógu alla tíðina og togaðust um hvør teirra skuldi verða fremstur. Men eins og á Norðoyastevnu, so vístu kvinnurnar á Jarnbardi, at tær eiga ein megnar endaspurt og hann gav teimum [...] fekk um róðri og kom ikki úr stað. Hetta gjørdi at dómarin avgjørdi at skjóta róðurin av og tað vísti seg at verða skilagóð avgerð. Tá avgerðin varð tikin lógu tríggir bátar í oddinum og tá róðurin endiliga [...] givið á Skálafjarðarstevnu og eins og í Klaksvík var tað eitt 6-mannafar við kvinnum, sum fekk ta ivasomu æru at fáa kortið. Páll Fangi var hesaferð báturin sum hevði forbrotið seg og tær skulu nú vísa eitt
kumpassir, fiskiluppur, útvarpstól og medisinkistur eins og amboð til at smíða Grønlandsbátar við. Eisini eru skjalagoymslur og ein røð av øðrum lutum í varðveitslu. Vinnu og siðsøgusavnið um Grønlandsútróðurin [...] undir at søkja um fígging til savnsbygningin og verður talan um myndugleikar, vinnulív og grunnar bæði í Føroyum og uttanlands. Savnið verður undir bygdasavninum og harvið Tjóðsavninum, sigur Jon S. Hansen [...] er um einar tíggju bátar í bátastøddunum áttamannafør, tíggjumannafør, seksæringar og størri bátar, umframt onnur før. Og verður hetta eisini einasta almenna maskinbátasavn í Føroyum. ##med2## Umframt bátarnar
aldursbólkinum til og við 13 ár og í dag framførdu 24 luttakarar í aldursbólkinum 14 til og við 18 ár. Kappingin er í konsertsalinum Hátún í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum - eins og í gjár. Umframt [...] morgin leygardagin 4. mars og byrjar kl. 12, og tá fara fjúrtan ungir tónleikarar í elsta aldursbólkinum 18 til og við 25 ár at kappast. Kl 18.30 verður virðislønahandan í Hátúni og tá verður greitt hvørjir [...] d Tórshavnar Býráðs, sum skipar fyri kappingini og í alt eru 61 børn og ung úr øllum landinum, ið taka lut í kappingini hesaferð. Kappingin er almenn og ókeypis. Eisini verður kappingin stroymd á https://www
tað, ið skapar heildina – umfavnan, umboðan og mentan. Vit eru til bæði fyri íbúgvar og ferðandi, og tí hava vit sjálvsagt tvey nýggj slagorð; eitt á føroyskum og eitt á enskum. Við føroyska slagorðinum ‘Mitt [...] landafrøðiliga og mentanarliga. Havnin er miðdepil fyri føroyingar, sum hava savnast í høvuðsstaðnum líka frá víkingatíð. Tiltøkini og upplivingarnar her eru so hugfangandi, at vit gloyma tíð og stað. Og júst hetta [...] høvuðsstaður, ið gongur á odda og vísir veg. Undir vitanum er laðaður grótgarður; ið vísir á søgu og fornminni. Aldurnar, ið dansa móti landi, fáa okkum at kenna okkum heima og minna okkum á, at vit eru mitt
í Mylnuhúsinum og Fjallafípuni, og hesari tilgongdini eru starvsfólkini í Gerðastovu kunnað um og partur av. Sum heild er talan um eina víðkan og umskipan, sum skapar fleiri spennandi og mennandi møguleikar [...] til, og skálin verður eftir ætlan tikin í nýtslu í fyrru helvt av 2019. Víðkanin av Fjallafípuni hevur fleiri broytingar og umskipanir á dagstovnaøkinum við sær, og talan er um eina praktiska og námsfrøðiliga [...] vaksin skjótt og nógv seinastu árini, og arbeitt verður miðvíst fyri at nøkta tørvin í øllum aldursbólkum. Samstundis virkar kommunan eisini fyri góðum og tryggum kørmum á dagstovnaøkinum, og við tí fyri
Avi Lipkin kendur og hevur talað í fleiri enn 1000 kirkjum, samkomum og sýnagogum kring allan heim. Hann hevur eisini fleiri fyrilestrar liggjandi á YouTube. Hann ávarar nú europearar og norðurlendingar [...] flóttafólkini ið streyma vestureftir úr Sýria, Irak og Afrika inn í Evropa og norðurlond. Um Ísrael sigur hann, at ísraelsku landamørkini fara at víðkast, og at túsundtals, kanska milliónir jødar fara at flyta [...] Flokkur hansara kallast á hebraiskum “Gush Hatanakhi” og stuðlar teimum kristnu og jødisku virðunum. Avi Lipkin verður at hoyra á hesum støðum og øll eru vælkomin til hesar kunnandi fyrilestrarnar. Sunnudagin