Høllin styrkir Hoyvíkina

Tá ítróttarhøllin í Hoyvík varð tikin í nýtslu fyri átta árum síðani, hevði hetta sera stóran týdning fyri bæði Hoyvíkina og høvuðsstaðarøkið annars.

Fólkatalið í økinum – og serliga í Hoyvíkini – er sera nógv vaksið seinnu árini, og tí var alneyðugt at fáa eina høll upp at standa. Hetta hendi í 2002, tá Hoyvíkshøllin stóð liðug. ?Skjótt gjørdist tó greitt, at hølisviðurskiftini rundan um sjálva høllina ikki vóru nøktandi, tí bæði umklæðingarrúm, baðirúm, wc og gongdir vóru alt ov smá í mun til stóru nýtsluna av høllini. Eisini hevur tørvur verið á einum duri, soleiðis at fólk ikki koma beint inn í høllina uttanífrá.?Sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini og varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu frøðir tað meg, at eitt samt býráð tók undir við ætlanini at útbyggja høllina, so hon gerst meiri savnandi fyri alla Hoyvíkina. Hetta er eisini fult í tráð við býarplanleggingina uppi í Hoyvík og fer at hava sera stóran týdning fyri bæði tað ítróttarliga og sosiala lívið í býarpartinum.?Projekteringin tekur upp til tveir mánaðir, og arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitatión í summar.?Eftir at útbyggingin og umvælingin av Hoyvíkshøllini nú er komin upp á pláss, stendur Ítróttarhøllin á Nabb fyri tørni. Eisini her er bráðfengis tørvur á umvæling. Eg ivist ikki í, at eins og eitt samt býráð hevur tikið væl ímóti dagføringini av Hoyvíkshøllini, so verður uttan iva tikið væl ímóti at fáa nakað gjørt við “Grønuhøll”, sum hevur alstóran týdning fyri alt ítróttarligt eins og sosialt lív í kommununi.?Tá hetta er gjørt – og havandi í huga, at Neistin fer undir at byggja høll í vesturbýnum, sum kommunan stuðlar við 7,25 mió. krónum – fara karmarnir fyri ítróttarliga virksemið í kommununi at vera ómetaliga góðir í mun til í dag. Hetta frøðir bæði meg sum borgara og býráðspolitikara. Sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini fari eg at nýta høvið at takka øllum býráðslimum fyri, at tit tóku so væl undir við ætlanini um at betra ítróttarligu karmarnar í Tórshavnar kommunu.??

??Bogi Andreasen, ?varaborgarstjóri og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini?Tórshavnar kommuna