Koronufarsóttin ávrikaði yvirskotið hjá Smyril Line

Smyril Line greiðir frá farna árinum, sum hevur verið heldur serligt orsakað av koronu

Smyril Line hevur í dag havt ársaðalfund. Úrslitið fyri 2020 vísti eitt yvirskot á 7,8 milliónir.

 

– Tað er munandi verri, enn mett varð frammanundan. Orsøkin til laka úrslitið er koronufarsóttin. Havandi hetta í huga eru nevnd og stjórn nøgd við úrslitið, sigur Smyril Line.

 

Smyril Line rindar onki vinningsbýtið fyri 2020.

 

– Ferðavinnan hevði eitt vánaligt ár í 2020. Hetta rakti eisini Smyril Line. Niðurgongdin er stór. Færri ferðaseðlar til Norrönu vórðu seldir, og færri gistingar enn vónað hava verið á Hotel Brandan og Hotel Hafnia. Tilsamans minkaði umsetningurin á ferðafólkasíðuni hjá Smyril Line umleið 170 milliónir krónur.

 

Í vetur 2020/2021 bleiv Norrøna umvæld og endurnýggjað. Skipið fekk 50 kømur afturat. Tey gomlu kømrini vórðu nútímansgjørd, og á ovasta dekki varð ein nýggj café gjørd. Ymist annað bleiv broytt og bøtt. Eitt nú fekk skipið nýtt uppihaldsøki við sofum og stólum.

 

– Norröna kom í flotan í 2003. Tá væntaðu ferðafólk ikki tað sama, sum tey gera í dag. Reiðaríið heldur tað tí vera neyðugt at fylgja rákinum og liva upp til tey krøv, ið ferðafólk við Norrönu hava, sigur felagið.

 

Smyril Line meinar, at góðir møguleikar eru í ferðavinnuni í Føroyum, men støðan við koronu-avmarkingum ger arbeiðið trupult.

 

– Eingin veit at siga, hvat er í væntu júst í teirri vinnuni.

 

Farmavirksemið hjá Smyril Line er ikki rakt av koronu og gekk eftir ætlan í 2020. Umframt Norrönu hevur Smyril Line fimm farmaskip í flotanum: Eystnes, Hvítanes, Akranes, Mykines og Mistral. Smyril Line hevur leigað Mistral.

 

Farmasiglingin varð økt í 2020. Leiðin millum Niðurlond og Noreg, ið farmaskipið Akranes røkir, varð løgd afturat. Akranes siglir hvørja viku millum Rotterdam í Niðurlondum og Tananger, Bergen, Tróndheim, Rørvik og Hitra í Noregi.

 

– Framtíðarútlitini hjá Smyril Line eru góð. Farmavirksemið væntast at vera støðugt, og útlitini fyri vøkstri í ferðavinnuni eru eisini góð. Eftirspurningurin eftir Føroyum og Íslandi sum ferðamál økist. Samtakið hevur av hesi grund framtíðartryggjað seg á ferðavinnuøkinum við øktum kapasiteti umborð á Norrönu og á gistingarhúsunum, sigur Smyril Line.