Dagstovnaøkið í Klaksvík verður umskipað

Klaksvíkar býráð hevur í kvøld samtykt at víðka útibarnagarðin Fjallafípuna við einum skála aftrat

Klaksvíkar býráð hevur í kvøld samtykt at víðka útibarnagarðin Fjallafípuna við einum skála aftrat. Nýggi skálin gevur Fjallafípuni 20 pláss aftrat teimum núverandi 65, sum stovnurin í løtuni er normeraður til, og skálin verður eftir ætlan tikin í nýtslu í fyrru helvt av 2019.

 

Víðkanin av Fjallafípuni hevur fleiri broytingar og umskipanir á dagstovnaøkinum við sær, og talan er um eina praktiska og námsfrøðiliga skilagóða loysn, sigur Beinta Klakstein, trivnaðarnevndarforkvinna.

 

Tørvurin á dagstovnaplássum er saman við generella fólkavøkstrinum vaksin skjótt og nógv seinastu árini, og arbeitt verður miðvíst fyri at nøkta tørvin í øllum aldursbólkum. Samstundis virkar kommunan eisini fyri góðum og tryggum kørmum á dagstovnaøkinum, og við tí fyri eyga inniber víðkanin at Fjallafípuni eisini, at Gerðastova, sum er ein av stovunum til elstu børnini í Mylnuhúsinum, verður niðurløgd.

 

Størvini í Gerðastovu verða tí flutt til aðrar stovur í Mylnuhúsinum og Fjallafípuni, og hesari tilgongdini eru starvsfólkini í Gerðastovu kunnað um og partur av. Sum heild er talan um eina víðkan og umskipan, sum skapar fleiri spennandi og mennandi møguleikar á dagstovnaøkinum, sigur Beinta Klakstein.

 

- Býtið millum dagstovnarnar verður umskipað nakað, tí Gerðastova, sum er normerað til 16 børn, verður niðurløgd, meðan nýggi skálin gevur í minsta lagi 20 nýggj pláss í Fjallafípuni. Haraftrat verður býtið umskipað soleiðis, at øll tey 6-7 ára gomlu verða savnað í Fjallafípuni úr øllum hinum dagstovnunum, soleiðis at øll fáa eitt seinasta ár í útibarnagarði, áðrenn tey koma í skúlaaldur, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung, í tíðindaskrivi.

 

- Allar námsvísindaligar kanningar benda eisini á, at tað at ganga í útibarnagarði hevur stóra jaliga ávirkan á menningina hjá børnum, so eg stórfegnist veruliga um, at tað nú verður nakað, vit kunnu bjóða øllum børnunum í kommununi, sigur hon.

 

Nýggi skálin í Fjallafípuni verður eftir ætlan tikin í nýtslu í fyrru hálvu 2019, og síðan verður talan um eina skiftistíð, sum røkkur fram til 2020, tá allur elsti árgangurin á dagstovnaøkinum eftir ætlan er savnaður í Fjallafípuni.