misvísandi úrslit, men er tað nakað, StÍF-liðið dugir, er tað at skjóta mál, sum vit eisini hava sæð fleiri ferðir fyrr í ár. Liðið hevur skotið 606 mál í 20 dystum, og er tað 30,3 mál í miðal pr. dyst [...] vegna skaða. Tað gekk javnt á so at siga allan vegin. KÍF var eitt skifti á odda 6-4, men fáa minuttir seinni var støðan vend, so StÍF var frammanfyri 10-8. Hálvleiksstøðan var 13-11 til heimaliðið. Í [...] aftur. Næstu fýra minuttirnar brúktu strandingar til at leggja seg framum 22-19, og tá Elias Hansen, sum í seinna hálvleiki var munurin á liðunum, skoraði til 25-20 við sjey minuttum eftir, var dysturin avgjørdur
taka Kyndil aftur, skal nógv meira til, enn tað teir vístu sunnudagin. Tað kann vera torført at seta seg upp móti einum liði, sum hevur tapt 19 dystir á rað, og tað mundi komið teimum aftur um brekku [...] hálvleik 19-14, og tað man vera størsta leiðslan, Tjaldrið nakrantíð hevur havt í kappingini. Og tað var eisini uppiborið, tí hóast spælið hjá botnliðnum ikki var nakað at reypa av, var tað betri enn hjá [...] sálarliga ikki hevði fyrireikað seg nóg væl til dystin sunnudagin, og tað hoyrir ivaleyst eisini við til søguna, at teir ikki so langt áðrenn høvdu vunnið ein rímiliga lættan sigur í Runavík. Men í hálvleikinum
ið hava teknað seg til ferðaleiðarskeið eftir hetta. Miðalaldurin á føroyingunum, ið hava teknað seg til ferðaleiðaraskeið, ið Service & Co. heldur í Spania, er nevniliga 21 ár. Tað eru 6 gentur og 1 drongur [...] Handilsskúla fyri stuttum. Og ásannast kann, at hesin fundurin hevur givið gott úrslit. Tí 25. februar høvdu 7 ungir føroyingar teknað seg til ferðaleiðaraskeið í Spania. Miðalaldurin 21 ár Á kunnandi fundinum [...] skulu halda seg aftur at tekna seg til skeiðið, tí pláss er nevniliga enn. Hann sigur, at skeiðið, ið byrjar 13. apríl er við at fyllast, men møguleiki er at melda seg til skeiðið, ið hildið verður í september
Alt telesamskifti til og úr Føroyum fer í løtuni um fylgisvein, og er hetta ikki eins gott, og tá sambandið fer um cantat kaðalin, ið er høvuðssamskiftisæðr í Norðuratlantshavi. Men Føroya Tele kann einki [...] at fara undir umvælingarnar fyrrakvøldið í staðin fyri gjáramorgunin, og var tað hetta, ið gørdi, at internetsambandið til og úr Føroyum ikki virkaði mánanáttina og ein part av mánamorgninum. Sóu ikki [...] fylgisvein, og tískil ber aftur til at lesa Sosialin á netinum. Frá Føroya Tele verður sagt, at internetsambandið næstu vikuna fer at koyra spakuligari enn vanligt, av tí at tað fer um fylgisvein. Væntað verður
var tað ein fragd at hoyra góðu soloirnar hjá Torkili. Bólkurin spældi eisini ógvuliga fjølbroyttan tónleik, heilt frá rokkløgum til stillar balladir. Hesir frálíku tónleikararnir løgdu støðið til hinar [...] dreingirnir høvdu funnið upp á tað forvitnisliga, at teir høvdu kryddrað sangirnar, um man vil kalla tað so, við at blanda eitt sindur av kvæði inn í rokksangirnar. Tað var rættuliga stuttligt at hoyra [...] allar áhoyrararnar at flippa út til tónleikin, og tað var ein sonn frøði at sita og lurta til sangin hjá Peturi og Eiðvør, og so tær frálíku soloirnar hjá Jón Tyril og Boga á Lakjuni. At Petur hevði goymdar
megnaði at vinna á hesum og meira enn tað. Hon hevði eitt gott tak á mannfólki, og eftir at hava gift seg nakrar ferðir, gjørdist hon ovurrík. Nú kemur hon so aftur til føðibýin og lovar gull og grønar skógir [...] selja seg sjálvan; at ofra ein »ósekan« fyri vinnings skuld. So statt er tað ikki bara gamla daman, ið er til fals, allur býurin er til fals. Gamli sjeikurin er annars einki bartrog. Hann er vorðin ein hampamaður [...] stórir leiklutir, umframt ein rúgva av smærri. Og leikararnir smæðast ikki burtur. Tað er ein frøi at síggja, at tað enn ber til at gera hol í sjógv. Hetta hóast meginparturin av leikarunum eru amatørar, og
góvu knappliga stig til havnaliðið, og tað hjálpir sjálvandi í kappingini. Leygardagin hevði Fleyr a vitjan av TB a, men talan gjørdist ongantíð um nakran serligan spenning, tí til tað vóru fleyrkvinnurnar [...] meir enn gott var í fyrsta umfari, tí tær høvdu við sær, at TB kom afturíaftur í øðrum setti. Tær nærkaðust Fleyr so mikið at venjarin fór aftur til upprunauppstillingina og tað var nóg mikið til at koyra [...] 15-13, 15-11) Tað er rættiliga komið ferð á spælið hjá Fleyr í seinastuni. Tær høvdu ilt við at fóta sær móti sterkaru liðunum, hóast dystirnir vóru javnir til tíðir. Men brádliga vendi og Fleyr fór at
m. Móttøkuspæl klaksvíkinga er einastandandi gott, og tá tað nú einaferð er móttøkan, sum leggur grundina undir álopsspælið, so er tað ein av orsøkunum til, at Mjølnir hava verið heilt suverenar í ár. [...] undir trýst, og tað var eftir øllum at døma nakað, sum Mjølnir ikki dugdi at sstanda ímóti henda sunnudagin. Fyrsta settið endaði við 15-9 sigri til TB a. Skiftust um at vinna Tað var sum um tað fyrsta settið [...] tapt ruddiliga, og tað vildu tær ikki hava sitandi á sær. Tí kom futtur í tær og við teimum gomlu leikarunum á odda løgdu tær trumfin á borðið og tað var nóg mikið til at fáa annað sett til høldar við úrlsitinum
gera ein vørr fyri at bjarga sigirnum. Tað sá eisini út til at skula eydnast, tí teir vóru frammanfyri tá sett var gott og væl hálvrunnið. Men tað gekk galið tá tað galt. Brádliga fóru klaksvíkingar at gera [...] 15-5, 15-8, 15-11) Einaferð var tað ein vísur maður sum segði, at tað var torførast at spáa um framtíðina. Hann mundi vita sum var, at tað var rætt sum hann segði, og tað fer neyvan dagur aftur um, har [...] deild, tí tað var ikki nóg mikið hjá teimum bara at vinna á ÍF b. Teir skuldu eisini vinna á eitt nú Mjølnir og tað fóru teir neyvan at gera. Og hvat gera teir? Jú teir gera okkara orðum til skammar við
nóg mikið av luft til Fleyr og tað eydnaðist at vinna settið 15-13. Sama mynstur Annað sett gekk á leið, sum tað fyrsta. Fleyr royndi hvat teir kundu, og í byrjanini sá út til at tað fór at eydnast teimum [...] fríggjakvøldið og tað var í veruleikanum tá, at ÍF a gjørdist meistari. Men tað er ein onnur søga Fuglfirðingar møttu tískil til dystin móti Fleyr í Gundadalshøllini, sum nýklaktir meistarar. Og tað sást eisini [...] motiveraðir til at geva fuglfirðingum mótstøðu, og tað er kanska lætt at skilja um vit venda aftur til innleiðingin í hesi grein. Fuglfirðingar vóru longu meistarar áðrenn teir komu, og tað vóru Fleyrl