løgtingsstarv at vera fult starv, og tí halda teir ikki, at tað við síðuna av ber til at røkja eitt borgarstjórastarv til fulnar. Tískil heldur hann, at tað nú er upp á tíðina, at samgongulimirnir og fólkið í [...] arbeiðið sum býráðsformaður ikki kann røkjast eins gott og tað annars kundi. Borgararnir ikki valt býráðsformannin Tá býráðsformaðurin sigur, at tað eru borgararnir, ið hava valt hann í sessin, so er [...] starv, eins og lønin ger tað til. Kann ikki stjórna úr Havn Torleif Sigurðsson sigur, at hann eftir seinasta løgtingsval setti fram spurning í býráðnum um, hvørjar avleiðingar tað fór at hava fyri býráðsarbeiðið
góðar 600 mió. krónur av teimum skuldarum sum vit settu til viks, og tað svarar júst til hækkingina í skuldaranøgdini. Tryggur og sterkur banki Hóast tað bert eru liðin nøkur heilt fá ár síðani bankin nærmast [...] banki. Vit hava nokk tað fimtabesta úrslitið í kongaríkinum og tað sigur ikki so lítið. Tað eru vist bara teir stóru donsku bankarnir sum hava betri úrslit enn vit, sigur hann. Tað er nú ikki bara úrslitið [...] úrslitið sum er gott. Bankin hevur eitt solvensprosent uppá 34,4 prosent, og tað er tað hægsta tað hevur verið síðani bankin varð samanlagdur. Samstundis hevur bankin eitt gjaldføri uppá 1,8 mia. krónur og
stjórum, ið eru komnir framat undir sera ymiskum umstøðum. Summir til búgvið borð og aðrir til tað øvugta. Erfaringsgrundarlagið er framúr gott hjá summum og kanska heldur mangulfult hjá øðrum. Summir undi [...] altíð innihalda gullkorn eins væl og tað øvugta. Muran er ymisk frá persóni til persón í dag eins og fyrr - eisini millum stjórar. At generalisera ov nógv er ongantíð gott. At lítið skil var á øllum fyrr, [...] i ikki er vorðið ov »áttaticentriskt«, soleiðis at skilja, at man avmarkar seg sjálvan til at síggja upprunan til alt ilt í samfelagnum í einum ávísum, søguliga sæð, ógvuliga avmarkaðum tíðarskeiði. Nógv
Sankta Frans skúla í Havn. Tá var tað 4. a, sum Kim undirvísti í guitarspæli. Kim sigur, at lærarar eru ikki at taka sær av guitarspælinum. Tískil vendi skúlin sær til Musikkskúlan, har Kim eisini arbeiðir [...] hevur 100% til sín sjálvs og sín tónleik. Týsdagur: sendingin »Nýtt og gott gamalt« verður tikin upp í Útvarpinum. Á kvøldi undirvísing í klaveri. Mikudagur: Bólkurin Taxi venur um morgunin. Til Nólsoyar [...] boði at fáa fleiri tímar, men Kim hevur úr at gera, og hevur ikki tikið støðu til, um hann kann fáa tíðina at strekkja til. Nógv hugsa ivaleyst um, hvat ein, ið livir av tónleiki, fær tíðina at ganga við
lætt, tí tá er tað áhugin, ið avger prísin. Tað er lætt at koma inn í eina ónda ringrás, har tú bert ger tað sum fólk vilja keypa, men tá doyr myndlistin. Tíverri er tað ikki so, at tað eru tær bestu myndirnar [...] list er eisini ein kelda til íblástur. Í mínum føri eru tað serliga grafikararnir, eg havi lært nógv av. Listafólk síggja veruleikan á ymiskar mátar og tað í sjálvum sær íblástur. Tað nýtist als ikki at líkjast [...] verk í ymiskum grafiskum teknikkum. - Til hesa sýningina havi eg arbeitt við størri støddum enn eg annars plagi, og tað havi eg gjørt tilvitað, tí tað ber ikki til at sýna fram minni verk í einum høli sum
ólógligan tónleik, og tað tekur bara nakrar fáar minuttir at fáa ein sang inn á telduna. Og tað skalt tú minnast til, áðrenn tú fert í holt við at taka MP3 niður av netinum. Tað er ólógligt. Sambært lógini [...] tú hava nakað burtur úr tónleikinum á telduni krevst, at tú hevur eitt gott ljóðkort og góðar hátalarar. Hevur tú tað, er einki til hindurs fyri, at tú kanst njóta góðan tónleik ókeypis, uttan at fara í [...] lógini um upphavsrætt er tað ikki loyvt at kopiera tónleik digitalt, sjálvt ikki til egið brúk.
menn Men tað er skilligt, at eitt so stórt virksemi kostar nógvan pening og tað er eitt dagligt stríð at fáa endarnar at røkka saman. ? Men við góðum stuðuli frá einum hópi av góðum fólki, hevur tað gingið [...] har er nógv gott at vinna. Stíf varð stovnað í 1942 og er sera virkið. ? Einir 200 virknir limir eru í felagnum, umframt 150 hvílandi limir. Limirnir eru av Strondum av Skála, og aðrastaðni. Tað er ein f [...] lin á Skála, har liðini eisini venja. Men harumframt roynir felagið eisini at halda teimum yngstu til, sum ikki hava kappingaraldur. Talan er bæði um gentur og dreingir í aldrinum 4-8 ár, sum regluliga
flytast upp í bólk 3, er tað av allastørsta týdningi, at teir til fulnar fáa at vita, hvørjar avleiðingar tað fær. ? Og tað er púra greitt, at tað kemur ikki uppá tal, at tað fær nakrar sum helst avleiðingar [...] stuttari viðmerking, at tað skal ongin fiskidagur fylgja við West Freezer upp í bólk 3. ? Eftir lógini hava vit rætt til so og so nógv prosent, og tað fara vit at halda okkum til, og vit hava eisini nokk [...] líka lítið vilja línumenn hava hann upp í sín bólk, uttan víðari. Og tað er tí mangt, sum bendir á, at tað er ikki fyrrenn nú, at tað stóra slagið um West Freezer byrjar. Tí frá at vera eitt stríð um eitt
royndum í fiskivinnuni kenni eg tað soleiðis, sum at vit føroyingar í veruleikanum eru fremmandagjørdir frá okkara høvuðsvinnu. Vit hava einki forhold til tað vit gera, og tað kann ikki vera rætt. Hann vísir [...] gera eitt stórt og gott arbeiði. Men tað er bara líkasum, at vit gera okkum ikki greitt, hvat tað er fyri ein gullverd rávøra te. matvøra vit sita við. Johan Mortensen heldur, at tað átti at verið so, at [...] tí í næstum saman við Hotel Føroyum at fáa ein av teimum frægu kokkunum í Íslandi til Føroya at gera til fiskarættir. Tað er Rúnar Marvinsson, sum er ein hin kendasti íslendski fiskakokkurin. Hann hevur
lagaður til føroyska samfelagið. Hann kundi kanska verið fyrimynd, nú føroyska samfelagið skal lagast til ein sjálvberandi búskap. Bankin hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum. Tað er ikki løgið [...] rentuspekulatión var. Javnaðarflokkurin royndi at seta ein »stoppara«, mne tað eydnaðis ikki fyrr enn Javnaðarflokkurin og - og so løgið tað ljóðar - Fólkaflokkurin skipaðu landsstýri í januar 1991. Tá varð r [...] mugu líta frameftir. Ein góður og sterkur banki er gott viðføri at hava, tá fullveldið skal skipast. Tá verður brúkt fyri nógvum kapitali at fíggja tað økta virksemið, sum skal fjøltátta føroyska búskapin