Í kvøld skipar Stranda Ítróttarfelag fyri eydnuhjóli í fimleikarhøllini í skúlanum.
Tð byrjar klokkan sjey í kvøld og strandingar siga, at har er nógv gott at vinna.
Stíf varð stovnað í 1942 og er sera virkið.
? Einir 200 virknir limir eru í felagnum, umframt 150 hvílandi limir.
Limirnir eru av Strondum av Skála, og aðrastaðni.
Tað er ein fimm-mannanevnd, sum stjórnar felagnum, men hevndin hevur fleiri álitisfólk og undirnevndir at hjálpa sær.
Virksemið hevur ongantíð verið størri enn nú. Felagið er við í hondbóltskappingini í øllum deildum, sum kapapst verður í.
Heimavøllurin hjá Stíf er ítróttarhøllin á Skála, har liðini eisini venja.
Men harumframt roynir felagið eisini at halda teimum yngstu til, sum ikki hava kappingaraldur.
Talan er bæði um gentur og dreingir í aldrinum 4-8 ár, sum regluliga venja í bygdarhúsinum á Strondum.
Alt hetta virksemið krevur nógv fólk og Stíf hevur einar 30 vaksnar venjarar, blði konur og menn
Men tað er skilligt, at eitt so stórt virksemi kostar nógvan pening og tað er eitt dagligt stríð at fáa endarnar at røkka saman.
? Men við góðum stuðuli frá einum hópi av góðum fólki, hevur tað gingið higartil.
Og strandingar vóna, eisini, at fólk fara eisini at stuðla eydnuhjólinum í kvøld.










