andaðist á Akershus Univesitetssykehus í Oslo 18. oktober, 61 ára gomul. Jarðarferðin verður frá Høybråten Kirke fríggjadagin 23. oktober kl. 11.30. Torsteinn Kristinsson, vanliga nevndur Steyni, maður Fridu [...] Jarðarferðin verður mánadagin 26. oktober klokkan 13 í Reykjavík. Kurt Nielsen, fyrrverandi trúboðari á Sandoynni, andaðist í Odense týsdagin, 87 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Ferguson traktorur koppaði, og ein maður varð raktur í høvdið. Hví traktorurin koppaði, veit politiið ikki, tí enn hevur ikki borið til at tosa við mannin. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og tá ið viðgerðin [...] viðgerðin er liðug, fer politiið at tosa við hann. Arbeiðseftirlitið hevur verið á staðnum.
eisini fegnast um sáttmálan. Róaldur Jacobsen kom á liðið hjá B36 í 2008 og varð kosin ársins stjørnuskot sama ár. Róaldur Jacobsen er fastur maður á føroyska U21-landsliðnum, hevur spælt 86 dystir fyri
Ein maður í Kolding doyði í morgun, tá eldur kom í telduna, meðan maðurin lá ov svav. Maðurin, sum var í fimmtiárunum, lá og svav á sofuni, tá eldur kom í telduna. Maðurin vaknaði ongantíð aftur. Løgreglan [...] av roykeitran. Tað var grannain, sum boðaði løgregluni frá, tí hann kendi royk, men tá løgreglan kom á staðið, var maðurin deyður.
Trý korter til átta sunnumorgunin kom ein maður framvið Eggvirkinum á Velbastað. Har kom hann fram á ein bil, sum var í knúsi frammanfyri autoverjuna. Hann sá tveir mans renna frá óhappinum og út í hagan
nógv virksemi inni á Sandvíkarhjalla, har ein stór fiskivinnumessa skal haldast í komandi viku. Tað var undir hesum arbeiðnum, at óhappið hendi. Av løgreglustøðini frætta vit, at ein maður datt úr einum stiga [...] stiga, og at fallið var einar seks metrar. Maðurin varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahúsið. Sagt verður, at støðan hjá manninum er støðug. Arbeiðseftirlitið kannar nú tilburðin.
Mánadagin vóru grindaboð í Hestfirði. Ein maður hevði sæð ein grindabólk úr bilinum á Velbastað, og hann boðaði beinanvegin frá. Hetta var stutt eftir middag. Sýslumenn og grindaformenn fingu boðini, og [...] bátarnir fóru at leita eftir henni. Hesin bólkurin slapp sostatt væl frá at svimja millum oyggjarnar á hesum sinni.
og Richard Klakstein; hon starvast sum lærari við skúlan á Ziskatrøð. Heri er sonur Ragnhild og Petur Ova Ellingsgaard; hann er umsjónar-maður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Klokkan 17:53 í kvøld fekk løgreglan boð um, at ein eldri maður lá í sjónum í Funningsfirði. Maðurin varð fingin upp, men á Landssjúkrahúsinum varð staðfest, at maðurin var deyður. Maðurin var 83 ára gamal
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at ein maður hevur tikið minst tríggjar gíslar á posthúsi í París. Maðurin skal verða vápnaður við byrsu, pistóli og fleiri granatum. Hetta er tó ikki váttað av mynd