Datt seks metrar úr stiga

Ein maður datt seks metrar úr einum stiga, tá hann var áhaldsin inni á Hjalla hóskvøldið

Í hesum døgum er nógv virksemi inni á Sandvíkarhjalla, har ein stór fiskivinnumessa skal haldast í komandi viku.
Tað var undir hesum arbeiðnum, at óhappið hendi. Av løgreglustøðini frætta vit, at ein maður datt úr einum stiga, og at fallið var einar seks metrar. Maðurin varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahúsið.
Sagt verður, at støðan hjá manninum er støðug.
Arbeiðseftirlitið kannar nú tilburðin.