Nýggj gíslatøka í París

Ein maður hevur tikið gíslar á posthúsi í franska høvuðsstaðnum

Franska tíðindastovan AFP skrivar, at ein maður hevur tikið minst tríggjar gíslar á  posthúsi í París.

Maðurin skal verða vápnaður við byrsu, pistóli og fleiri granatum. Hetta er tó ikki váttað av myndugleikunum.

AFP veit at siga, at talan er um ein gamlan kenning hjá løgregluni, og talan helst ikki er um yvirgangsatsókn.

Franska løgreglan hevur kringsett posthúsið, sum liggur í forstaðnum Colombes.