Rýmdu frá óhappi

Trý korter til átta sunnumorgunin kom ein maður framvið Eggvirkinum á Velbastað. Har kom hann fram á ein bil, sum var í knúsi frammanfyri autoverjuna. Hann sá tveir mans renna frá óhappinum og út í hagan. Tað vísti seg seinni, at bilurin varð stolin úr Havn.
Politiið í Havn sigur, at teir hava ikki funnið gerningsmenninar, men teir hava ein varhuga av, hvørjir teir eru.