Leggja fyri í svensku steypakappingini í februar

Føroyingaliðini, Mjällby og Västerås skulu fyrst royna seg í einum bólkaspæli

Mynd: Mjällby AIF

Vit í Føroyum hava framvegis tvey lið at halda eyga við í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Talan er um liðið hjá Áka D. Samuelsen, Mjällby, og liðið hjá Mattiasi Hellisdal, Västerås.

 

Mjällby og Västerås leggja fyri við dystum í bólkaspælinum í svensku steypakappingini, ið verður leikt millum 21. februar millum 9. mars.

 

Mjällby er í innleiðandi bólki 1. Mótstøðuliðini eru Kalmar FF og Värnamo á heimavølli, og Örgryte á útivølli. Värnamo spælir í næstbestu deildini, meðan hini bæði spæla í bestu deildini.

 

Västerås er í innleiðandi bólki 7, har mótstøðuliðini eru AIK Stockholm, BK Häcken og Oddevold. Bara dysturin móti Oddevold, ið spælir í næstbestu deildini verður á heimavølli. Hinir báðir dystirnir vera leiktir á útivølli.

 

Seinni í januar fara Västerås og Mjällby at spæla fyrstu venjingardystirnar.

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Mjällby AIF