Komandi leygarkvøld kl 21.30 verður Essabarr karmur um festligasta kjakið í valstríðnum 2026.
Tíðindaskric:
Tað verða Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ið bresta saman í kjaki um fólkatingsvalið 24. mars.
Hetta verður ikki sum hini kjakini vit síggja og hoyra í sjónvarpinum og útvarpinum í hesum døgum. Royndu og retoriskt sterku politikararnir fara at vera sera væl upplagdir. Teir fara at borðreiða við skørpum skotum og speiskum skemti. Retorisku seksløbararnir fara at sita leysir í slíðrunum.
Kom oman í Essabarr leygarkvøldið í góðari tíð og tryggja tær pláss!











