Maður druknaður í Funningsfirði

Ein eldri maður varð fyrr í kvøld funnin á sjónum í Funningsfirði.

Klokkan 17:53 í kvøld fekk løgreglan boð um, at ein eldri maður lá í sjónum í Funningsfirði.

 

Maðurin varð fingin upp, men á Landssjúkrahúsinum varð staðfest, at maðurin var deyður.

 

Maðurin var 83 ára gamal.

 

Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at avvarðandi eru kunnað, og at arbeitt verður sum útgangspunkt út frá, at talan er um eitt óhapp.