Fyrrapartin hendi ein arbeiðsvanlukka í Norðragøtu ella rættari sagt í Gøtudali.
Óhappið hendi, tá ið ein Ferguson traktorur koppaði, og ein maður varð raktur í høvdið.
Hví traktorurin koppaði, veit politiið ikki, tí enn hevur ikki borið til at tosa við mannin.
Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og tá ið viðgerðin er liðug, fer politiið at tosa við hann.
Arbeiðseftirlitið hevur verið á staðnum.