Í gjár var seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki hildin á Kambsdali. Kappast var í fimm bólkum, pinkum, smágentum, gentum, unglingum og kvinnum. Úrslitið var tað sama, sum í fyrru steypakappingini [...] ini í Runavík í februar, at Havnar Fimleikafelag vann allar kappingarnar, Støkk gjørdist nummar tvey í øllum bólkum, og Ljósið nummar trý. Umframt havnarfeløgini, Havnar Fimleikafelag við a og b liðum [...] liðum og Ljósið, so kappaðust eisini Støkk í Runavík og Flog í Fuglafirði. Fleiri myndir av kappingunum SÍGGJAST VIÐ AT TRÝSTA HER Úrslitini hjá øllum liðunum síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER
Víkingur og EB/Streymur stríðast í landskappingardysti í Gøtu, er lutur kastaður um, hvussu liðini skulu møtast í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Lutakastið var í 3-2 sendingini, og tað er nú [...] EB/Streymur ikki skulu hittast í hálvfinaluni. Steypavinnararnir í EB/Streymu skulu spæla hálvfinalu ímóti AB, og Víkingur skal takast við grannarnar í Fuglafirði um pláss í finaluni,sum verður ólavsøkudag
Í kvøld og allan dagin í morgin verður stór svimjikapping í Fuglafirði. Hetta er árliga FS-Stevnan, sum er í bólkunum 1, 2 og 3 fyri børn í aldrinum upp til 12 ár. Einir hálvtannaðhundrað svimjarar úr [...] úr átta feløgum eru við í kappingini, sum byrjar í kvøld klokkan 20. Serliga frøast fyrireikararnir um, at felagið Reki úr Leirvík, sum ikki hevur verið við í kappingum í mong ár, nú eru komið við aftur
Eliasen í Fuglafirði. Kári tók realprógv á Glyvrum í 1967. Hann var sjómaður frá 1967-1971. 1. august 1971 gjørdist hann avgreiðslupostboð, og yvirpostboð í 1976. Hann hevur verið býráðslimur í Runarvíkar [...] Í morgin verður Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í Eysturoy, 50 ár. Kári gjørdist løgtingsmaður 26. februar í ár, tá Sámal Petur í Grund gjørdist landsstýrismaður og tá varð noyddur
Eskild Fagralóm í Kollafirði, 86 ár Gerda Magnussen í Trongisvági, 88 ár 04.08 Petur Oluf Jacobsen, ættaður úr Fuglafirði, búsitandi í Roslev, 58 ár Martin Eysturdal, ættaður úr Dali, búsitandi í Klaksvík, 97 [...] Joensen, yngri í Norðdepli sonur Súsannu og Jákup, 30 ár. Fyrrverandi skrivstovustjóri í Kongeriget Danmarks Hypotekbank, cand jur, Olav Hildibrand Olsen, úr Árnastovu í Kunoy, búsitandi í Keypmannahavn
heysti í 2007. Barnalund er ein samansjóðaður stovnur, ætlaður 76 børnum í aldrinum 0 til 6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Í kjallaranum [...] Barnalund, sum er dagstovnur í Fuglafirði, hevur hin 15. januar í ár 25 ár á baki. Á føðingardegnum bjóða starvsfólkini á stovninum til kaffi og sang frá klokkan 15 til 17, og her eru øll hjartaliga vælkomin
skipasmiðjuni Mest í Havn og á Skála. Í góðveðrinum fríggjadagin vórðu hesar dronumyndirnar tiknar á báðum skipasmiðjunum hjá Mest. Í Havn síggja vit uppsjóvarskipini Fagraberg úr Fuglafirði, Jupiter úr Gøtu [...] Gøtu og Fram í Vestmanna liggja við bryggju. Uppi á bedingini stendur íslendska uppsjóvarskipið Hoffell úr Fáskrúðsfirði, sum fór av bedingini í gjár. Eisini síggjast Skálafossur og Pressarin eins og nýggi [...] nýggi sleipibáturin hjá skipasmiðjuni, Samson, á bedingini. Á Skála síggja vit Finn Fríða í dokkini og Trónd í Gøtu við bryggju.
Framherji í Fuglafirði hevur keypt Høgaklett frá Varðanum í Gøtu. Tað skrivar heimasíðan, skipini.fo Við skipini.fo sigur Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja, at skipið í løtuni er úti á feltinum til fiskiskap [...] at hini skipini, Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Tummas T, Jupiter og Fagraberg skulu pumpa uppí Høgaklett, sigur Anfinn Olsen. Tað er bara hálvur annar mánaður síðan, at Varðin í Gøtu keypti Høgaklett frá [...] frá samtakinum Christian í Grótinum í Klaksvík. Tá kallaðist skipið, Christian. Keypsprísurin er ikki upplýstur. Mynd: Netavisin.fo
rættulig ferð í fuglfirðingum, sum framvegis anda FSV04 í nakkan í stríðnum um annað uppflytingarplássið. Í dag vann ÍF 7-1 (3-0) á SÍ í Fuglafirði. Talan var um einvegis ferðslu. Miðskeiðis í 1. hálvleiki [...] setti verjuspælarin Viggo Johannesen hol á, og so øktu Helgi L. Petersen og Bartal Eliasen um munin. Í 2. hálvleiki minkaði Jens Erik Rasmussen um munin til 3-1, og seinna partin av 2. hálvleiki skoraði
Áarvegnum. Í taskuni vóru einar 1.100 krónur umframt Visa og koyrikort og annað, sum kvinnur vanliga hava í taskuni. Eitt innbrot var í bakarínum Breyðmolin í Fuglafirði náttina til fríggjadagin. Gern [...] Í miðbýnum í Havn varð herverk framt á tríggjar bilar. Rútar vóru sparkaðir ígjøgnum. Løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er, so viðkomandi verður skuldsettur. Ein taska varð stolin í Gallery Jinx á Áarvegnum