Í miðbýnum í Havn varð herverk framt á tríggjar bilar. Rútar vóru sparkaðir ígjøgnum. Løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er, so viðkomandi verður skuldsettur.
Ein taska varð stolin í Gallery Jinx á Áarvegnum. Í taskuni vóru einar 1.100 krónur umframt Visa og koyrikort og annað, sum kvinnur vanliga hava í taskuni.
Eitt innbrot var í bakarínum Breyðmolin í Fuglafirði náttina til fríggjadagin. Gerningsmaðurin breyt inn og stjól 10.000 krónur. Fólk høvdu tó sæð viðkomandi, og tá løgreglan handtók viðkomandi, viðgekk hann alt. Hann verður so skuldsettur fyri innbrot og stuldur.










