Barnalund, sum er dagstovnur í Fuglafirði, hevur hin 15. januar í ár 25 ár á baki.
Á føðingardegnum bjóða starvsfólkini á stovninum til kaffi og sang frá klokkan 15 til 17, og her eru øll hjartaliga vælkomin.
Dagstovnurin heldur til á Mirmansveg 39. Stovnurin læt upp 15. januar 1991 og varð útbygdur á heysti í 2007.
Barnalund er ein samansjóðaður stovnur, ætlaður 76 børnum í aldrinum 0 til 6 ár.
Stovnurin er skipaður í tvey hús við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Í kjallaranum er ein barnagarðstova.










