Kári P. Højgaard 50 ár


 

Í morgin verður Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í Eysturoy, 50 ár.

Kári gjørdist løgtingsmaður 26. februar í ár, tá Sámal Petur í Grund gjørdist landsstýrismaður og tá varð noyddur at leggja tingsessin frá sær.

Kári P. Højgaard er føddur á Strondum. Hann er sonur Meinhardt og Jenny Højgaard, og er giftur við Simonu, dóttir Borghild og Anisetus Eliasen í Fuglafirði.

Kári tók realprógv á Glyvrum í 1967. Hann var sjómaður frá 1967-1971. 1. august 1971 gjørdist hann avgreiðslupostboð, og yvirpostboð í 1976. Hann hevur verið býráðslimur í Runarvíkar kommunu síðani 1988