er okkum øllum til sóma og vísir, at vit hóast nógvar atfinningar royna at stuðla og virðismeta mentanarligt og listarligt arbeiði. Landsmyndugleikar eru eisini komnir við og nú áttu tær stóru kommunurnar [...] mætasta núlivandi lyrikara, Regin Dahl, Ebba Henze er inspirator, týðari og høvundur, og Steintór Rasmussen talar til hugflog barnanna. Hesi fýra fólk, sum nevndirnar hava kosið at verða heiðrað við virðislønum [...] á sínum øki hava framt stór og dygdargóð avrik, sum koma at verða standandi. Carl Johan Jensen hevur endurnýggjað skaldsøguna, Gurðun Gaard hevur í tøkum tíma varpað nýtt og bjart ljós á okkara mætasta
landi og øki, har kristindómurin og harvið okkara trúðarliv og fatan hava sín uppruna. Oftani verður orðið ambassadørar fyri land sítt nýtt, tá fótbóltslandslið fara úti í heim at spæla. Og eins og vit eru [...] søguliga landið at vitja og at uppliva síggja og hoyra um kristindómsins vøggu. Tað má tí eisini vera áhugavert fyri ísraelar at uppliva eitt land, har fólkið sær so nógv upp til og kennir seg so nógv knýtt [...] eins og vit vóna, at okkara menn fara at fáa eina eins góða móttøku, tá vit í oktober fara til Ísraels at spæla. Við slíkum landsdystum kundi eisini so mangt annað fylgt við. Um hugflog, dirvi og vilji
mentanarlig og politisk viðurskifti í Afrika. Stjórnirar í harðast raktu londunum hava ikki viljað sæð veruleikan í eyguni. Tað er tískil alt ov lítið gjørt fyri at upplýsa um smittuvandar og um fyribyrging [...] fyribyrging. Nu tykist tó, sum vend er komin í og serstakliga suðurafrikanska stjórnin er av álvara farin í hernað móti AIDS og HIV. Men vesturheimurin hevur eisini sína ábyrgd av sorgarleikinum. Fátæku londini [...] hendi bara so seint, at skaðin var hendur í hvussu so er í Afrika. Nú eru tó glottar at hóma, men enn er langt á mál. Vesturheimurin hevur her eina stóra moralska ábyrgd og vónandi fara ríku londini at liva
Hóast farin tíð og nógv er broytt, síðani Ku Klux Klan og aðrir hvítir rasistar í Gods Own Country tóku lógina í egnar hendur og í hóphysterí myrdu svørt frá hond, so spøkir sama rasisman um enn í øðrum [...] gásarhold og fær fram sterkar kenslur og tankar í okkum. Og tað eigur hann. Tí nútíðin eigur at læra av hesi fortíð. Á sama hátt sum tey littu í tátíðar USA royndu at forða fyri tí harðrendu og deyðsgevandi [...] USA einsvæl og fanatisku muslimunum í at brenna brýr millum menniskju, fólkasløg, religiónir, rasur og tjóðir. Strange Fruit var protestsangur móti tátíðarinnar lynsjan. Orðini myndamálið - og tónleikurin
føroyingar, hetlendingar, orknoyingar og suðurlendingar. Tað vil altíð vera nakað serstakt og nakað felags fyri fólk, sum liva og búleikast í oyggjum, og nettupp tí eiga vit í framtíðini í størri mun at [...] oyggjabólkar og royndi at skapa áhuga fyri teimum í Norðurlandaráðnum. Tað er so at vóna, at núverandi myndugleikar her heima fylgja hesum upp og gera sítt til at byggja brýr ikki bara millum Føroyar og hesi [...] okkum og Hetland, verður brúkt til nakað positivt. Vit eiga at taka hetlendska ynskið um at halda lív í Smyril Line sum nakað positivt, tí nettup at vera saman um ábyrgd og vinning, gevur íblástur og skapar
øll hesi fyrilit. Hetta er ein stór og ábyrgdarfull uppgáva, men hon má loysast og sitandi samgonga, sum hevur raðfest gerandisdagin og vælferðina hjá vanligum fólki ovast á politisku dagsskránni, má lata [...] fyrisitingarlig avgerð bert verður tikin við støðið í barnsins tørvi og gagni. Tað eru nógv børn við serstøkum tørvi í Føroyum. Øll børn og øll foreldur hava somu rættindi. Hartil kemur, at almennu Føroyar [...] orðað hesa konventión, so er tað tí, at barnið er verjuleyst og tí má verjast av foreldrum ella øðrum í teirra stað, eitt nú lokalum mynduleikum og teirra yvirskipaðu politisku stovnum. Tað ber tí ikki til
hatur og intoleransu millum eitt nú kristin og muslimar. Tí krevur tað nógv av okkum øllum, at vit ikki leypa framav og taka lógina í egnar hendur og bara leggja upp til eina hevndaratsókn fyri og aðra [...] Nú kom so túrurin til London. Og óttin breiðir seg. Spurt verður hvar yvirgangsfólkini fara at gera um seg næstu ferð. Onkur vil vera við, at Danmark, sum eins og Spania og Bretland hava verið partur av [...] ræðuligu hendingina í Srebrenica í Bosnia, tá blóðtystir og hevndarhugaðir serbar tóku til fanga fleiri enn 7000 muslimskar dreingir og menn og tóku teir av døgum. Henda ræðuhending fer at eiga pláss í
søguligu fortíð, og tí eiga øll skjøl, sum til ber at fáa hendur á og sum siga nakað um okkara fortíð, at finnast og vera partur av tí náttúrligu gransking, sum okkara egnu søgufólk professionelt og sakliga eiga [...] USA og Nato, so var tú stemplaður sum stuðlul og proselyttur hjá einaræðinum í Moskva. Tann tíðin er so farin og tey, sum sympatiseraðu við kommunistiska stýrið í Ruslandi ella fyri tað í Kina og Albania [...] Ruslandi og møguliga øðrum londum eystan fyri við. Tí eru so fáar sensatiónir og avdúkingar í bókini. Hví so er kunnu vit so bert gita um. Hann er annars ikki maðurin, ið leggur fingrarnar ímillum og hevur
heilsustovni – sum ein tvey ára skipað, áhaldandi og miðvís herferð móti Landssjúkrahúsinum. Hann leggur afturat, at hann tekur misálitið frá Jensi í størsta álvara og fer at viðgera hetta á røttum staði. Vit fara [...] manna. Her skal vaskast upp og niður, um ikki alt álit skal vera fokið áðrenn langt um líður. Lat okkum í hesum sambandi nevna, at tað er ikki landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum vit hava í huga [...] stig frá samgongufelaga. Víst er samgonguklandur einki óvanligt. Men hetta álop er út um tað vanliga í og við, at landsstýrismaðurin verður politiskt ábyrgdaður fyri støðu á einum almennum stovni, soleiðis
tí vit valdu teir frá í sjeyti- og áttatiárunum. Fakfeløgini, tey flestu settust hendur í favn at bíða eftir tí almenna. Hetta var ikki klókur politikkur. Vit fingu LÍV og Samhaldsfasta, sum ikki kunnu [...] samhaldsfasta er góð, fortreytirnar vóru bara ov veikar frá fyrsta degi av. Alt ov lítið kom og kemur í grunnin og løntakarin eigur ikki sína pensión. Rentan er mestsum eingin. Tað skal eitt nógv hækkað gjald [...] grannalondum. Tey minni vælbjargaðu feløgini og teirra limir eru við sviðið soð. Her má nakað munagott henda skjótt. Nú vendist ikki aftur frá Samahaldsfasta og satsast má uppá hendan grunn, hóast hann ikki