Oddagrein· Samstarv millum oyggjasamfeløg á Atlantsmóti

Nú um dagarnar vitjaðu ovastu leiðararnir úr Hetlandi, Orknoyggjum og Suðuroyggjum (Hebridunum) í Føroyum. Endamálið við vitjanini var at knýta tættari bond millum hesar tríggjar oyggjabólkarnar og okkara egna. Løgmaður varð vertur fyri vitjanini og hevur hann vónir um at menna samvinnuna við hesar tríggjar oyggjabólkarnar fyri sunnan.

Samstarv við hesar okkara grannar er einki nýtt. Søgulig bond knýta okkum saman. Og hvør minnist ikki samstarvið á ítróttarøkinum, har vit í mong mong ár leiktu fótbólt móti hvørjum øðrum. Ítrótturin er so eitt, men møguleikarnir fyri samvinnu eru so nógvir. Her ikki minst á mentanarøkinum, har eitt nú tónleikurin hevur stóran týdning. Men eisini á búskaparliga økinum eigur at verða møguleiki fyri at byggja brýr millum oyggjabólkarnar, og her er ferðavinna eisini ein náttúrligur partur.

Hóast mentaninar eru ymiskar, so finst ein týðandi felagsnevnari, og hann er, at vit eru øll oyggjabúgvar, føroyingar, hetlendingar, orknoyingar og suðurlendingar. Tað vil altíð vera nakað serstakt og nakað felags fyri fólk, sum liva og búleikast í oyggjum, og nettupp tí eiga vit í framtíðini í størri mun at líta suðureftir til okkara grannar á nevndu oyggjabólkum.

Tíðin og tær broytingar, sum eru í eitt nú flutningi, gera eisini, at tað í framtíðini vil vera lættari at knýta vinabond og samstarv. Higartil hava vit havt tilknýti til størri lond, hvat eisini er náttúrligt. Men vit eiga ikki at undirmeta týdningin av eisini at kunna taka saman hendur við okkara javnlíkum, oyggjabúgvunum fyri sunnan. Ikki bara tí at vit skulu hava nakað burtur úr einum slíkum samstarvi, men eisini tí, at vit við okkara samfelagsskipan og okkara vælferð og serstøðu kunnu hava nakað at geva teimum. Tað var tí eisini skilagott og rætt av undanfarna ráðharra í norðurlandamálum, Høgna Hoydal, tá hann royndi at virka fyri størri samvinnu við hesar oyggjabólkar og royndi at skapa áhuga fyri teimum í Norðurlandaráðnum. Tað er so at vóna, at núverandi myndugleikar her heima fylgja hesum upp og gera sítt til at byggja brýr ikki bara millum Føroyar og hesi oyggjasamfeløgini men eisini millum Norðurlond sum heild og hesi smáu oyggjasamfeløg, sum eisini hava eina søgu, ið er nær tengd tí norrønu mentanini.

Norrøna og Smyril Line er so ein liður í umrøddu menning. Vit mugu so bara vóna, at góða sambandið, brúgvin, sum Norrøna byggir millum okkum og Hetland, verður brúkt til nakað positivt. Vit eiga at taka hetlendska ynskið um at halda lív í Smyril Line sum nakað positivt, tí nettup at vera saman um ábyrgd og vinning, gevur íblástur og skapar eina sunna menning. Hyggja vit nøkur ár fram í tíðina, tá er uttan iva stórt virksemi í sambandi við olju og gassframleiðslu í hesum stóra økinum vit kalla Atlantsmótið. Ein slík gongd kann so aftur koma at seta samvinnuna millum oyggjarbólkarnar í enn størri fokus. Ja hvør veit, kanska oljuríkidømið um okkara og teirra leiðir kann koma til at skunda undir eina menning av øllum økinum, ið allir fýra oyggjarbólkarnir og samfeløgini her kunnu hava stóran ágóða av, hvør sær og saman. Vit heilsa útbygdum samstarvi millum Føroyar, Hetland, Orknoyggjar og Suðuroyggjar vælkomnum.

Sosialurin