Hin áminningin, sum heimurin fekk, snúi seg um eyðkvæmi ella AIDS, sum flestu fólk nú siga. Vánaliga støðan úti í heimi bara stendur við og versnar. Serstakliga í Afrika fyri sunnan Sahara er støðan heilt út av lagi vánalig. Milliónir eru smittað, 3 milliónir av børnum hava mist foreldrini. Eitt heilt ættarlið er um at hvørva. Her er ikki bert talan um ein ómetaligan menniskjansliga sorgarleik. Her er eisini talan um eina búskaparliga vanlukku. Tá tað mesta av einum ættarliði í arbeiðsførum aldri hvørvur, fær hetta ógvusligar fylgjur fyri framleiðsluna. Úrslitið er kreppa og hungur. Hartil kemur, at eingin er at uppala børnini tíansheldur at uppihalda børnunum. Sorgarleikurin er mestsum fullkomin.
Altjóðasamfelagið hevur higartil ikki megnað at hjálpt so mikið til, at sjúka er steðgað. Hetta er tó ikki bert t.d. ST fyri at lasta. Hetta hevur eisini nakað at gera við mentanarlig og politisk viðurskifti í Afrika. Stjórnirar í harðast raktu londunum hava ikki viljað sæð veruleikan í eyguni. Tað er tískil alt ov lítið gjørt fyri at upplýsa um smittuvandar og um fyribyrging. Nu tykist tó, sum vend er komin í og serstakliga suðurafrikanska stjórnin er av álvara farin í hernað móti AIDS og HIV. Men vesturheimurin hevur eisini sína ábyrgd av sorgarleikinum. Fátæku londini høvdu ikki ráð at keypa heilivág og heilivágsfyritøkurnar vildu í fyrstu atløgu ikki loyva framleiðslu av bíligum kopiheilivági. Tað eydnaðist til endans ST at noyða risafyritøkurnar at loyva søluni av bíligum vælvirkandi heilivági til menningarlondini. Hetta hendi bara so seint, at skaðin var hendur í hvussu so er í Afrika. Nú eru tó glottar at hóma, men enn er langt á mál. Vesturheimurin hevur her eina stóra moralska ábyrgd og vónandi fara ríku londini at liva upp til hesa ábyrgd.
Sosialurin