Tíverri tykist tað, sum avvarandi myndugleikar ikki hava megnað at nøktað tørvin á tilboðum til børn í serstakari neyðstøðu og ein lokalur myndugleiki kennir seg noyddan til at venda aftur til gomlu siðvenjuna við at senda eitt barn av landinum. Hetta er ikki gott! Tað, sum altíð eigur at vera avgerandi, er tað, ið er best fyri barnið. Tað mugu finnast myndugleikar, avvarandi og serkøn fólk, sum saman við viðkomandi barni duga at finna fram til ta avgerð, ið gagnar barninum mest. Í nógv teimum flestu førum vil tað gagna barninum mest at verða verðandi í sínum heimliga umhvørvi.
Tað er upp til myndugleikarnar at tryggja, at einhvør fyrisitingarlig avgerð bert verður tikin við støðið í barnsins tørvi og gagni. Tað eru nógv børn við serstøkum tørvi í Føroyum. Øll børn og øll foreldur hava somu rættindi. Hartil kemur, at almennu Føroyar hava samtykt altjóða barnakonventiónina hjá ST. Tá ST hevur latið orðað hesa konventión, so er tað tí, at barnið er verjuleyst og tí má verjast av foreldrum ella øðrum í teirra stað, eitt nú lokalum mynduleikum og teirra yvirskipaðu politisku stovnum. Tað ber tí ikki til hjá eitt nú eftirlitsmyndugleikunum at sita hendur í favn, meðan lokalir myndugleikar ganga rættindum hjá børnum ov nær.
Politiskir flokkar hava lovað eitt samfelag fyri øll. Hetta merkir ma., at menningartarnað, børn við serstøkum tørvi ella børn, ið hava mist annað ella bæði foreldrini skulu hava uppihald og alla neyðuga umsorgan her í teirra heimliga umhvørvi. Tað má tí skapast politiskt grundarlag fyri einum almannapolitikki og eini almannalóggávu, sum tryggja øll hesi fyrilit. Hetta er ein stór og ábyrgdarfull uppgáva, men hon má loysast og sitandi samgonga, sum hevur raðfest gerandisdagin og vælferðina hjá vanligum fólki ovast á politisku dagsskránni, má lata við seg koma. Hetta er heldur eingin løtt og einføld uppgáva, tí hetta snýr seg ikki bert um pengar, men um eisini um at útvega nóg mikið av útbúgvnum starvsfólki og um eitt kompliserað samstarv millum stovnar, myndugleikar, avvarandi og felagsskapir. Men er ein vilji, so er eisini ein loysn.
Sosialurin