Grundleggjandi hugmyndin við samhaldsfasta er góð, fortreytirnar vóru bara ov veikar frá fyrsta degi av. Alt ov lítið kom og kemur í grunnin og løntakarin eigur ikki sína pensión. Rentan er mestsum eingin. Tað skal eitt nógv hækkað gjald frá hvørjum einstøkum løntakara til, um her veruliga skal verða talan um tað ískoytið til fólkapensiónina, sum vanligi løntakarin uttan pensiónskipan skal fá gleði av.
Í grannalondum okkara eru tað pensiónsgrunnarnir, ið fíggja tær stóru íløgurnar á privata arbeiðsmarknaðinum. Her eru eingi grunnar, tí vit valdu teir frá í sjeyti- og áttatiárunum. Fakfeløgini, tey flestu settust hendur í favn at bíða eftir tí almenna. Hetta var ikki klókur politikkur. Vit fingu LÍV og Samhaldsfasta, sum ikki kunnu samanberast við pensiónsgrunnar í okkara grannalondum. Nú má svíða sum svøllur. Tey vælbjargaðu fakfeløgini hava langt síðan tryggjað limum sínum pensiónskipanir gjøgnum LÍV ella umvegis danskar pensiónsgrunnar. Hesar skipanir kunnu tó ikki javnmetast við tær í okkara grannalondum. Tey minni vælbjargaðu feløgini og teirra limir eru við sviðið soð. Her má nakað munagott henda skjótt. Nú vendist ikki aftur frá Samahaldsfasta og satsast má uppá hendan grunn, hóast hann ikki er verðins smartasta uppfinning. Inngjaldið má økjast heilt munandi, so tey, sum ikki eru limir hjá teimum vælbjargaðu fakfeløgunum, eisini trygt kunnu síggja aldurdómin í eyguni. Pensiónsmálið má nú fáast á rætta kós.
Sosialurin